Í dag hevur verið val til Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið. Kirkjuráðini kring landið hava á kirkjuráðsfundi farnu vikurnar valt við brævatkvøðu til bæði Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.
Í dag vóru atkvøðurnar taldar upp á Biskupsgarði. Uppteljingin var almenn.
Føroya Stiftsstjórn er evsti myndugleikin í fólkakirkjuni og telur 3 limir. Til valið í Føroya Stiftsstjórn skuldi eitt umboð veljast av kirkjuráðunum. Hitt umboðið er politiskt valt. Biskupur er føddur limur og formaður.
Atkvøðurnar til Føroya Stiftsstjórn fullu soleiðis:
Asbjørn Mikkelsen 150 atkvøður
Jens Jensen 130 atkvøður
Jónheðin H. Tróndheim 75 atkvøður
Listin 12 atkvøður
Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav 2 vóru ógildar.
Sostatt gjørdist tað Asbjørn Mikkelsen, sum fekk flestar atkvøður, og sum kemur at umboða Føroya Stiftsstjórn saman við biskupi og politisk valda umboðnum komandi 4 árini.
Próstadømisráðið telur 5 limir, harav dómpróstur er føddur limur.
Próstadømisráðið viðger eitt nú fíggjarætlanir hjá kirkjuráðunum og hevur tilmælandi leiklut í byggimálum í fólkakirkjuni í mun til Føroya Stiftsstjórn.
Til Próstadømisráðið skuldu 4 limir veljast.
Atkvøðurnar til Próstadømisráðið fullu soleiðis:
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen 84 atkvøður
Edvard í Skorðini Joensen 73 atkvøður
Kathrina Lindenskov Holm 65 atkvøður
Ulla Bærentsen 61 atkvøður
Eghild Poulsen 38 atkvøður
Rakul í Gerðinum 31 atkvøður
Alis Højsted 12 atkvøður
Listin 3 atkvøður
Tilsamans vóru 367 atkvøður, harav 2 vóru ógildar.
Sostatt verða tað Dagbjørt Ó. Hansen, Edvard í Skorðini Joensen, Kathrina L. Holm og Ulla Bærentsen, sum saman við dómpróstinum, Mariu Jørðdal Niclasen, umboða Próstadømisráðið komandi 4 árini.
Valluttøkan var góð. Øll 61 kirkjuráðini greiddu atkvøðu.
Valskeiðið byrjar 1. apríl, og varir í 4 ár.
Í valstýrinum vóru Bergur Berg, ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálum, Maria Jørðdal Niclasen, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Biskupur ynskir teimum valdu hjartaliga tillukku og blíðan byr í arbeiðnum fyri fólkakirkjuna. Samstundis verður takkað teimum, sum ikki rukku í ráð ella stjórn, fyri holla tænastu farnu árini.