Ongi úrslit

Hesi trý skulu verja borg fyri Fólkaflokkin í Suðuroy

Hans Pauli Henryson, vinstrumegin, Rúna Wenningsted Hansen og Jacpb Vestergaard, stilla upp fyri Fólkaflokkin í Suðuroy
Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í Suðuroynni er Fólkaflokkurin klárur við sínum valevnum til Løgtingsvalið hósdagin 26. mars.

Tey hava trý valevni á listanum og tey eru Jacob Vestergaard á Økrum, Hans Pauli Henryson á Tvøroyri og Rúna Wenningsted Hansen í Vági.

Jacob Vestergaard hevur sitið á tingi og í landsstýrinum í mong ár. Hans Pauli Henryson hevur ikki stillað upp áður. Rúna Wenningsted Hansen stillaði eisini upp seinast og tá fekk hon 43 atkvøður.

Jóan Eli Poulsen, sum hevur fingið nógvar atkvøður, stillar ikki upp hesa ferð.

Á seinasta valið fekk hann 241 atkvøður seinast. Á valinum 2019, fekk hann 230 og umboðaði flokkin á tingi sum varmaður ein stóran part av valskeiðnum.

Hann sigur kortini, at hann verður aftur at síggja á fólkaflokslistanum einaferð seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25