Ongi úrslit

Hesi bæði skrivaðu tær bestu søgurnar

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Aftur í fjør hava tey á Glasi skipað fyri eini stuttsøgukapping í gjár var tiltak á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini vórðu avdúkaðir.

Úrslitið var, at Pauli Sigurðsson úr 23n átti bestu stuttsøguna, men Bára Eliasen úr 24b átti bæði ta næstbestu og ta triðbestu stuttsøguna.

Tey á Glasi siga, at undirtøkan fyri stuttsøgukappingini hevur verið sera góð øll árini, hon hevur verið, og í ár komu 65 stuttsøgur inn.

Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Malan Poulsen, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen, og tey høvdu hesa grundgeving fyri val av vinnarum:

Vinnarasøgan í ár er stuttsøgan, Skuggin í Steinatúni, ið lýsir skuggasíðuna á okkara samfelag - ein skuggasíða, sum er beint framman fyri okkum, men sum vit ikki síggja, tí vit heldur hyggja niður í telefonirnar.

Hegnisliga varpar stuttsøgan ljós á rúsevnismisnýtslu og sálarligar trupulleikar - og tað kenda umhvørvið í miðbýnum í Havn spælir ein stóran leiklut í søguni.

Hetta er ein heilskapaður tekstur, har formurin á søguni stuðlar innihaldinum. Søgan er serstakliga spennandi uppbygd. Málburðurin er lættur og flótandi, men samstundis hevur hann ein poetiskan og sansaligan dám, ið ger tekstin livandi fyri lesaran.

Søgan, sum varð nummar tvey, er søgan, Hósmorgunin klokkan hálvgum 11, og hon er um eina unga kvinnu, sum fer í eina krambúð at keypa sær ein kjóla.

– Søgan um hetta keypið og handilin er bæði gerandislig og gátufør. Gerandislig, tí lesarin fær innlit í ymiskar uppgávur og leiklutir, sum krambafólk kunnu hava ein deydligan fyrrapart - men søgan er eisini gátufør, tí hví keypir hon ein so vakran kjóla Hósmorgunin klokkan hálvgum ellivu?

Søgan, sum varð nummar trý, er Tám, sum er ein poetisk og stillfør søga um longsul og leitan, har sjónarhornið hegnisliga og nærum óvarandi skiftir.

Í eini skundmerktari tíð, við skermum og tøkni, er áhugavert, at høvundurin letur persónin í søguni leita út í náttúruna og í sansandi náttúrulýsingum dvølja við smálutir, so mørk loysast upp í táminum.

Á Glasi siga tey, at stuttsøgukappingin er eitt afturvendandi tiltak, og hetta er níggjunda ferð, at tey skipa fyri kappingini.

Fyrstu ferð var í 2017, og tá vórðu vinnarasøgurnar, og nakrar aðrar søgur, givnar út í savninum, Kamparænarin og 15 aðrar søgur.

Í september í 2020 kom savnið, Fjølmánar, við 16 útvaldum stuttsøgum frá teimum trimum árunum frammanundan.

Í 2022 kom so triðja stuttsøgusavnið, Ikki í dag, við 17 útvaldum søgum.

Eftir ætlan kemur eitt nýtt stuttsøgusavn við heitinum, Stigin, út í hesum mánaðinum.

– Hetta er eitt savn við søgum, sum eru komnar inn til kappingina seinastu trý árini, siga tey á Glasi.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

8 tímar síðan