Sum vit skrivaðu í áðni, hevur Løgtingið, við stóru meiriluta, samtykt at projektera Suðuroyartunnilin, og at bjóða arbeiðið út. Talan er um ein tunnilin av Skarvanesi til Sandvíkar.
Tá ið avtornaði, vóru heili 26 tinglimir, sum vóru fyri og sjey vóru ímóti.
Men seks tinglimir úr Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, vildu hava Løgtingið at samtykkja, at tann alternavita linjuføringin av Múlanum norðan fyri Sandsbygd, umvegis Skúgvi, skuldi bjóðast út eisini.
Tey vóru Erling Eidesgaard, Magnus Rasmussen, Árni Skaale, Frimodt Rasmussen, Liljan Weihe og Johan Dahl. Men tað uppskotið fekk bara 10 atkvøður fyri, tí afturat teimum vóru tað Jørgen Niclasen og hini fýra úr Sambandsflokkinum, sum atkvøddu fyri tí, og øll hini atkvøddu ímóti - so tað fall so ruddiliga.
Men tá Løgtingið so skuldi atkvøða fyri upprunaligu ætlanini, vóru tað fleiri av teimum, sum atkvøddu fyri tí - Men nøkur vildu heldur ongan Suðuroyartunnil hava enn at fáa tunnilin, Tunnilsfelagið skeyt upp.
Men sostatt vóru 26 løgtingslimir fyri og sjey vóru ímóti.
Ùrslitið varð, at hesi atkvøddu fyri uppskotinum.

Og hesi sjey atkvøddu ímóti at farast skal undir at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða arbeiðið út