Ongi úrslit

Hesar byrja ímóti Moldova

Pætur Smith Clementsen, A-landsliðvenjari hjá kvinnum, hevur sett navn á tær fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Moldova

© Mynd: Jóhanna Thomsen
Tíðindaskriv
30. mai kl. 17:07

Klokkan 18 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova tekur ímóti í UEFA Nations League dysti á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.

Eftir ein stuttan steðg í Danmark mánadagin, har kvinnurnar vandu í Lyngby, bleiv ferðast víðari týsdagin, og seint seinnapartin kom hópurin til Moldova. Síðani hava venjingar og fundir verið á skránni, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

Klokkan 18 bríkslar serbiski dómarin dystin í gongd, og frá byrjan sær føroyska liðið soleiðis út: Óluva Joensen verður í mál, og verjuna manna Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen og Julia Naomi Mortensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Sunniva Willemoes, Ásla Johannesen, Sanna Svarvadal, Jensa Tórolvsdóttir og Sara Samson Lamhauge, og í álopinum verður Heidi Sevdal.

Eykaspælarar eru Gunnvá Lützen, Malena Olsen, Teresa Jacobsen, Sólja Ernstdóttir, Anna Caroline Brændstrup, Jancy Mohr, Fridrikka Klementsen og Brá Zakariasardóttir.

UEFA Nations League dysturin millum Moldova og Føroyar kann síggjast beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo. Veljið “SJÓN”, og síðani KVF 2.

Føroysku kvinnurnar til venjing á Zimbru Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau – Mynd: Jóhanna Thomsen

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

18 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04