Ongi úrslit

Herverk á tveir bilar - stórur skaði

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Í gjáramorgunin varð tvær ferðir ringt til løgreglina at melda, at onkur hevði gjørt herverk á bilar.

Í tí eina førinum tveitti onkur ein stein í forrútin á einum bili, sum stóð parkeraður uttan fyri ein bústað í Havn. Hetta var mitt um náttina, men ein granni hoyrdi brestin og sá onkran renna av staðnum.

Rúturin fekk skaða, men tey vita ikki, hvør tað var, sum steinaði.

Tað sama hendi uttan fyri ein virkisbygning uppi á Hjalla. Men har var skaðin stórur, tí har vórðu allir rútarnir á einum persónbili, knústir inn í gjøgnum.

Løgreglan veit heldur ikki í hesum føri, hvør hevur gjørt herverki. Men tey siga, at hevur onkur sæð okkurt illgrunavert, vilja tey fegin frætta.

Mest lisið hesa vikuna

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Ársins Brita 2026

16 tímar síðan

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18