Ongi úrslit

Herurin skal steðga Greta Thunberg

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hevur givið ísraelska herinum boð

Jóhanna Højgaard
8. juni kl. 13:14

Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, hevur givið ísraelska herinum boð um, at steðga einum báti við Gretu Thunberg umborð.

Báturin sum tilhoyrir felagsskapin Freedom Flotilla Coalition, skal forðast í at náa Gasageiran. 

Báturin fór úr havnini í Catania í Italia seinasta sunnudag, og legði leiðina móti Gasa. 

Thunberg til Gasa

Við teimum eru posar við mjøli og rísi, blæur, sanitetsserviettar til kvinnur, útgerð til at reinsa saltvatn, medisinsk amboð, krykkur og barnaprotesur. 

Tað er ógreitt, júst hvussu hermennirnir skullu steðga bátinum.

Israel Katz, kallar Thunberg fyri jødahatara í eini fráboðan.

-Ísrael fer ikki at loyva nøkrum at bróta sjóverjustongsulin á Gaza, sigur Katz í eini fráboðan til "The Time."

- Til antisemitisku Gretu og vinir hennara sigi eg greitt: Tit mugu venda aftur, tí tit koma ikki til Gaza, sigur hann.

Umborð á "Madleen" eru, umframt svenska aktivistinum Greta Thunberg, sjónleikarin Liam Cunningham, franski fólkatingsmaðurin Rima Hassan Mobarak,sum er av palestinensiskum uppruna, og aðrir aktivistar.

"Madleen" sigst eisini hava bjarga fýra av uml. fjøriti flóttafólkum. Hesi fýra lupu á sjógv og svumu ímótir Thunberg og hennara manning, fyri at sleppa undan liberisku sjóverjuni.

Upprunaliga navnið á bátinum er Barcarole

sí Vesselfinder https://www.vesselfinder.com/vessels/details/232057367

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

10 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10