Ongi úrslit

Danski herurin nýtt høvuðssæti í Grønlandi

Tvísiffrað milliardaupphædd skal gera verjuna sterkari

© Rebekka Gimm / Forsvaret
Slesvig infanteriregiment hevur verið á venjing í Grønlandi fleiri ferðir seinastu mánaðirnar.
Jóhanna Højgaard
8. oktober kl. 14:10

Danska stjórnin er á veg við enn einari stórari verjuavtalu, sum væntandi verður liðug seinast í vikuni.

Hesa ferð eru tað íløgurnar í verjuna í Grønlandi. Ein stór tvísiffrað milliardaupphædd fer at gera verjuna sterkari, og fevnir hetta um nýggj skip, flogfør, vaktarfólk og herfólk.

Hetta stendur í trúnaðarskrivi frá danska verjumálaráðnum, sum TV 2 hevur fingið innlit í.

Mynd: TV 2

Skjalið er eitt uppskot til høvuðspunktini í nýggjari avtalu við heitinum Outline: partvís avtala 2 um Arktis og Norðuratlantshav.

Ætlanin er at fáa:

  • Nýtt høvuðssæti í Nuuk

  • Tvey nýggj arktisk skip (umframt trý onnur skip, sum avtala longu er gjørd um.)

  • Sjóvaktarflogfør

  • Ísbrótara

  • Meira av radarakapasiteti

  • Dronur

Gomlu Thetis-skipini, sum sigla í Grønlandi og Norðuratlantshavi, verða í næstum avloyst av nýggjum arktiskum skipum. Mynd: Thøger Andersen / TV 2

Hetta stendur í skjalinum at vera neyðugt, tí trygdarspenningar millum Russland, Kina og USA nú eisini hava breitt seg til Arktis og Norðuratlantshav.

Tá ið Mette Frederiksen, forsetisráðharri, í januar var umborð á einum finskum ísbrótara, segði hon, at Danmark hevur tørv á slíkum í Arktis.

Danska kongaríkið má svara aftur upp á øktu trygdarstøðuna og styrkja verjuna og trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi enn meira, stendur at lesa.

Herurin má vera meira til staðar í Grønlandi

Umframt Sirius-vaktarhundasletur hevur grønlendska verjan higartil verið umsitin av skipunum hjá sjóverjuni umframt flutnings- og vaktarflogførunum hjá flogverjuni.

Men sambært skjalinum skulu fyrstu stigini nú takast til eina herdeild undir Arctic Command.

Stjórnin fer altso at fáa upp í lag eina varandi hjáveru av herfólki í Grønlandi.

Ætlanin er at fáa "meira hjáveru og meira venjingarvirksemi" á landi við nýggju grønlandsherdeildini – ella 'Grønlandsregimentet', sum tað verður rópt á donskum.

Sambært upplýsingunum hjá TV 2 er talan í roynd og veru um eitt organisatoriskt samband millum Arktisku Kommandoina í Nuuk og herdeildir í Danmark, sum alsamt oftari verða sendar til Grønlands at venja.

Til tess at flúgva nýggju F-35-flogførini, má flogvøllurin í Kangerlussuaq byggjast út.

Hóast hetta er sett í verk til tess at verja seg ímóti hóttanum frá eitt nú Kina og Russlandi, so er tað eisini tað amerikanska fokusið á Arktis og Grønland, sum spælir inn.

– Hetta er grundarlagið fyri avgerðini hjá stjórnini, sigur Mikkel Runge Olesen, leiðandi granskari hjá Dansk Institut for Internationale Studier (DIIS) við TV 2.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47