Ein fyribils hernaðar-løgreglustøð er í dag sett á stovn nær við Nuuk havn. Hernaðarløgreglan er tann eindin í herinum, sum umsitur politiuppgávurnar, varðveitir lóg, skil og disiplin millum hernaðarfólk.
- Í Nuuk halda vit eyga við, at teir mongu hermenninir bera seg líka rætt at sum teir plaga, og at trygdin er í lagi við hernaðarligu installatiónirnar, skrivar hernaðarløgreglan á sínum Facebook vanga. Teir heita á borgarar um at koma og og heilsa uppá, um tey síggja teir á gøtuni.
Talan er um hernaðarløgreglumen úr Aalborg, sum eru fluttir til Nuuk fyri at stuðla hernaðarvenjingunum í Grønlandi. Støðin verður bert tilstaðar so leingi stórar venjingar verða gjørdar í Grønlandi.
Myndir: Militærpolitiet