Ongi úrslit

Herborg Torkilsdóttir á Summar Festival

Summarfestivalurin
9 tímar síðan

Herborg Torkilsdóttir, sum í løtuni toppar á donskum hittlista, spælir á Summar Festivalinum í august

Samstundis sum Herborg Torkilsdóttir í hesum døgum er ovast á Dansktoppen, boðar Summar Festivalurin frá, at hittsongkvinnan verður við á festivalinum í august.

Herborg Torkilsdóttir er hesa vikuna ovast á kenda danska hittlistanum, Dansktoppen, við sanginum »Ikke min skyld«. Hetta er óført frambrot hjá songkvinnuni, sum seinastu tíðina hevur givið fleiri sangir út á donskum máli.

Í 2019 gav Herborg Torkilsdóttir fyrsta sangin út, og síðan tá hevur hon verið sera virkin við innspælingum av sangum og framførslum á konsertum.

Fleiri av sangunum hjá henni hava verið hitt – til dømis sangir sum »Eg uttan teg«, »Náttin var okay«, »Sveipa til vinstru«, »Runt allar Føroyar« og aðrir.

Herborg skrivar sjálv sangirnar, og hon dugir væl at seta orð og løg saman, so at tey fanga.

Á Summar Festivalinum hevur Herborg Torkilsdóttir framførslu saman við Rakul Petersen.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 6. til 8. august.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10