Ongi úrslit

Herborg liggur nr. 3, kann enda sum nr. 1

hevur yvirhálað hesi trý kendu nøvn við fleiri longdum.

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 16:07

Vit høvdu ikki møguleika at brúka okkara atkvøðu uppá Sissal til Eurovision. Nú hava vit tó møguleikan at koma eftir tí og taka "revanche"

Vit kunnu nevniliga atkvøða fyri at fáa eina aðra føroyska dugnaliga songkvinnu, ovast á tindarnar uttanlanda.

Herborg Torkilsdóttir er nú komin heilt upp á 3. plássið á Dansktoppen, bert eitt plass aftanfyri Birthe Kjær!

Har er hon komin upp, hóast hon er í selskap við kendum stjørnum sum Richard Ragnwald, Dorthe Kollo og Danser med Drenge.

Herborg hevur yvirhálað hesi trý kendu nøvn við fleiri longdum. Tey liggja lutfalsliga nummar 6, 9 og 10 á listanum.

So alt bendur á, at Misforstå mig ej ikki bara er vælumtøktur her heima hjá okkum.

Hettar hevur eingin føroyingur eydnast við áður. Vit hava í Føroyum ikki sum siðvenju, at artistar royna seg á Dansktop-pallinum.

Kanska úrslitið hja Herborg fer at eggja onnur at royna seg, og gera hesa jaligu tónleika-sjangruna meira kenda og vælumtøkta á okkara leiðum.

Vit hava ein reellan møguleika at síggja Herborg sum nummar 1 á "Dansktoppen" næsta leygardag.

Næsta leygardag ímillum kl. 12.00 og 17.00 ber aftur til at senda eitt sms til 1212 við tekstinum Dktop3

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

17 tímar síðan

Sea Shepherd aftur í Føroyum - leita í ruskbingjum eftir mati

27. mai kl. 16:36

Eg slepti ætlanini tí eg brendi meg um fingrarnar

28. mai kl. 12:41

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

Í gjár kl. 12:10

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48

Tað skuldi arbeiðast hart og skjótt - men so varð tøgn

27. mai kl. 14:04