Ongi úrslit

Her er nýggi kommunustjórin í Klaksvík

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Klaksvíkar býráð hevur nú hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starv sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu.

Tað sigur býráðið á heimasíðuni

Sonni er útbúgvin lærari í 2003. Hann hevur tikið BED í pedagogiskari leiðslu á Fróðskaparsetur Føroya í 2020. Harumframt hevur hann eisini aðrar viðkomandi útbúgvingar.  

Sonni er 51 ár og hevur drúgvar leiðslu- og stjóraroyndir hjá tí privata og tí almenna.

Hann hevur verið handils- og deildarleiðari í handilsvinnuni, og hevur í fleiri umførum verið skúlastjóri.

Eitt nú stóð hann fyri at leggja saman tríggjar skúlar, til tað vit í dag kenna sum Skúlan við Streymin í tíðarskeiðinum 2016 til 2023.

Síðani 1. apríl 2023 hevur Sonni verið stápsleiðari í sjúkrahúsverkinum.

Sonni sigur sjálvur, at nú fer hann at brúka hesa næstu tíðina at seta seg inni í viðurskiftini í kommununi og tosa við politikarar, leiðarar og starvsfólk bæði í fyrisitingini og á stovnum í kommununi.

– Síðani fara vit saman at seta á skrá, hvat vit raðfesta at arbeiða við komandi fimm árini, sigur hann við heimasíðuna.

Sonni tekur við starvinum 1. februar næsta ár.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

Í gjár kl. 12:30

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53