Ongi úrslit

Her er nýggi aðalskrivarin

Nýggi aðalskrivarin í ÍSF, vinstrumegin, saman við ÍSF-forsetanum, Elini Heðinsdóttir Joensen
Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Tað verður Marita Debess Magnussen, sum verður nýggjur aðalskrivari í ÍSF

ÍSF søkti eftir nýggjum aðalskrivara herfyri og úrslitið er, at nú er Marita Debess Magnussen í starvið.

Marita Debess Magnussen er 50 ára gomul og hevur drúgvar royndir bæði frá tí almenna, frá privata vinnulívinum og frá ítróttalívi. 

Hon kemur til ÍSF úr einum starvi sum leiðari á eini altjóða verkætlan, umframt at hon situr í nevndunum í Thetis og Krafta Energy.

Hartil hevur hon verið forkvinna í fótbóltsfelagnum B36, men tað sigur hon frá sær, nú hon tekur við starvinum sum aðalskrivari í ÍSF. 

– Marita hevur eitt stórt netverk og gott innlit í politiskar og samfelagsligar skipanir. Nógv kenna hana helst frá tíðini við korona, tá ið hon átti og rak rannsóknarstovuna Thetis, sigur ÍSF í tíðindaskrivi. 

Marita er PhD í Heilsuvísindum, umframt at hon er kandidatur í Medisinskari Mikrobiologi og Bsc í Lívfrøði.

 Sjálv sigur Marita Debess Magnussen, at hon søkti starvið, tí hon vil gera ein veruligan mun fyri føroyskan ítrótt. 

- ÍSF hevur ein lyklaleiklut í at menna bæði breiddina og úrvalið, og eg síggi ein stóran møguleika at styrkja samstarvið, økja um inntøkurnar og skapa betri karmar fyri feløg, sambond og sjálvboðin.

– Eg síggi fram til at arbeiða strategiskt og miðvíst, so føroyskur ítróttur stendur enn sterkari, bæði heima og altjóða, sigur nýggi aðalskrivarin í ÍSF.

Marita Debess Magnussen tekur við starvinum sum aðalskrivari í ÍSF 1. mai í ár. 

 

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

Í gjár kl. 22:17

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55

Grundarlagið undir samgonguni viknaði í morgun

23. februar kl. 10:57