Heldur eingin Veðurlagslóg Nú!

Men nú tey sjálvi sita við valdinum á triðja ári, er framvegis einki hent

Helgi Abrahamsen
19. februar 2025 kl. 10:23

Veðurlagslógin, sum segðist hava stóran skund áðrenn seinasta løgtingsval, kemur heldur ikki í hesi tingsetuni. Tað hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna, gjørt greitt. Hon segði við Dag og Viku í gjárkvøldið, at uppskotið fer nústani til hoyringar. Tað merkir, at tað í fyrsta lagi verður lagt fyri Løgtingið á ólavsøku. Tá eru næstan trý ár farin av hesum valskeiðinum.

Tá vit í undanfarna valskeiði løgdu uppskot til samtyktar um veðurlagspolitikk fyri Løgtingi, atkvøddu nøkur javnaðarfólk og nøkur tjóðveldisfólk ímóti, og onnur atkvøddu blankt, tí tey kundu ikki liva við, at tað ikki var eitt lógaruppskot.

Eisini søgdu tey, at sambært uppskotinum fór CO2 útlátið ikki at minka nóg skjótt. Men nú tey sjálvi sita við valdinum á triðja ári, er framvegis eingin veðurlagslóg løgd fyri Løgtingið, og CO2 útlátið er ikki minkað, men vaksið meðan tey hava sitið har!

Orka er so nógv annað enn el

Tá talan er um grøna orkuskiftið, hugsa tey flestu um el-framleiðsluna, men orka er so nógv annað enn el.

Á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni ber til at síggja yvirlit yvir orkurenslið í Føroyum. Sambært tí brúktu vit føroyingar í 2023 tað sum svarar til 3.925 GWt (gigawatt tímar) av orku. Tá eru skip, bilar, oljufýringar, el-framleiðsla, ídnaður og orkutap tald við. Sambært SEV var samlaða el-framleiðslan hetta árið “bara” 457,6 GWt, harav umleið helvtin varð framleidd við olju. So grøna orkan í Føroyum var bara góð 200 GWt av tilsamans knøppum 4.000 GWt (góð 5 prosent).

Tað vil siga, at um tey eydnast at fullføra ætlanina um at umleggja alla el-framleiðsluna á landi til gørna orku í 2030, so fer samlaða orkunýtslan frá at vera 5 prosent til at vera 10 prosent grøn. – So mangla bara 90 prosent í!

Kvaldu Eysturlund

Á heysti 2023 boðaði Effo frá eini stórari ætlan, ið skuldi skunda undir grøna orkuskiftið. Í hesum førinum var talan ikki um at fara inn á el-netið, men farið varð eftir hinum 90 prosentunum.

Ætlanin var at framleiða el beinleiðis til ídnaðarvirki, soleiðis at hesi kundu brúka grønt el heldur enn olju. Men hvat gjørdi táverandi landsstýriskvinna við umhvørvismálum? Jú hon bar eitt lógaruppskot í løgtingið, ið millum annað skuldi forða fyri hesi ætlanini.

Og tað eydnaðist! Somu flokkar, sum í 2022 ikki kundu taka undir við veðurlagspolitikkinum, tí hann gekk ov seint, atkvøddu nú ímóti størsta átakinum á grønu leiðini í nýggjari tíð.

Og nú sita tey og bíða eftir eini veðurlagslóg, sum skuldi koma í farnu tingsetu og aftur í hesi tingsetuni, men sum framvegis ikki er komin.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin