Ongi úrslit

Heimsins størsta ferðamannaskip á veg gjøgnum danskt farvatn

Væntandi skal tað sigla gjøgnum Stórabelt í dag.

Jóhanna Højgaard
19. juli kl. 11:00

Eitt nýtt ferðamannaskip er á veg ígjøgnum danskan sjógv.

‘Star of the Seas’ eitur tað, og deilur heitið sum heimsins størsta ferðamannaskip, við systurskipið Icon of the Seas, skrivar EBU.

Skipið sum felagið Royal Carribean eigur, er so mikið nýtt, at eingi ferðafólk eru umborð enn. Tað fór úr Turku í Finnlandi á sína jomfrúferð hóskvøldið, eftir at tað var liðugt bygt á skipasmiðjuni Meyer Turku.

Cádiz í Spania verður fyrsta stopp, har seinasta hond skal leggjast á skipið.

Framtíðar heimahavnin hjá ‘Star of the Seas’, verður Port Canaveral í amerikanska statinum Florida, og hon fer á sína fyrstu karibisku ferð 31. august.

Umborð á skipinum eru millum annað 20 matstovur, seks vatnrennibreyt, skoytibani, minigolf, klatriveggur, lasertag(laser-skjótibani) og brimfjøl-simulatorur.

Skipið er so at siga samlíkt systurskipinum, ‘Icon of the Seas’.

Arbeiðið við at byggja skipið byrjaði í februar 2023, og tað varð offisielt liðugt í mai 2025.

Støddin á  'Star of the Seas'

Longd: 365 metrar

Breidd: 48,5 metrar um skrokkin, 57,8 metrar dekshús og brúgvin er heila 65,8 metrar brúgv

Ferðafólk: 5610

Manning: 2350

Flaggstatur: Bahamaoyggjar

Ferðamannaskipið rúmar 248.633 bruttotons, og er sostatt eitt tað størsta í heiminum.

Systurskipið ‘Icon of the Seas’ fór undir Stórabelt Icon of the Seas

Byggingin av nýggja skipinum Byggingin

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46