Nú er bara eitt umfar eftir, áðrenn besta landskappingin fer í summarfrí. Umfarið verður hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.
Hósdagin verður grannauppgerð í Sarpugerði í Gøtu, har KÍ verður gestur. At hesin dysturin verður longu hósdagin kemst av, at Víkingur týsdagin í aðru viku fer at spæla í europeisku meistarakappingini.
Hetta vikuskiftið vunnu øll heimaliðini favorittsigrar. Í øllum førum var talan um trivaligar sigrar. Undantakið var í Gøtu, har tað endaði 2-1 til Víking ímóti B68, sum minkaði um munin, tá ið vanliga leiktíðin var farin, og sum hevði møguleika at javna, men landsliðsmálverjin í málinum hjá Víkingi bjargaði.
KÍ vann trivaligan 4-0 heimasigur uttan at fótbóltsspælið var nakað at rópa hurrá fyri. Hvussu væl Víkingur og KÍ eru fyri at fara í europeiskar avbjóðingar fæst meiri at vita um hósdagin, tá ið Víkingur fær vitjan av KÍ. Um nakað lið skal gera nakað við FM favorittarnar í Klaksvík, so eigur tað at vera meistaraliðið í Sarpugerði. At Víkingur manningarliga er betri fyri, enn liðið leingi hevur verið, sást í dag. Frá fyrsta bríksli sótu á beinkinum millum aðrar Ragnar Skála, Aron Jarnskor Ellingsgaard og Jákup Johansen, sum allir hava royndir at spæla í fremstu røð.
Klæmint A. Olsen skoraði hattrikk, tá ið NSÍ vann 4-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tað er langt síðani, at tað hevur gingið so væl at skjóta mál hjá Klæminti, sum tað nú ger. At NSÍ hevur manningarligar avbjóðingar sást í dag. Umframt eykamálverjan og málmansvenjaran Símun Rógva Hansen vóru bara fýra spælarar á beinkinum. Millum hesar var nýggi verjuspælarin Daniel Obbekjær, sum varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og sum beinanvegin vísti sovornan myndugleika, at hann ivaleyst verður millum teir fyrstu ellivu, tá ið NSÍ leygardagin fer at spæla í Trongisvági.
Við 4-0 tapinum í Runavík misti EB/Streymur í kappingini um fjórða plássið. Leygardagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti B68, sum í dag tapti 2-1 í Gøtu. Tapið í dag ber við sær, at B68 nú er sjey stig frá fjórða plássinum, sum toftamenn droyma at kappast um.
Við 4-1 heimasigri ímóti TB styrkti HB um sína støðu sum fremsti avbjóðari hjá suverana oddaliðnum í Klaksvík.
Tað eru níggju stig frá KÍ og aftur til HB. Møguleiki er fyri, at munurin verður bæði størri og minni, tá ið kappingin fer í summarfrí. Sunnudagin verður tað grannauppgerð í Gundadali. Um HB vinnur ímóti B36, og KÍ ikki vinnur í Gøtu, so verður munurin seks ella sjey stig, tá ið tað á ólavsøku aftur fer at verða kappast í landskappingini.
B36 vann fyrr í ár fyrstu grannauppgerðina. Um tað eydnast árstalsfelagnum at vinna grannauppgerðina, og um KÍ samstundis vinnur í Gøtu, so fer B36 at styrkja um sína støðu í kappingini um fjórða plássið. Meðan KÍ, NSÍ, Víkingur og HB hava Europa at hugsa um, so verður setningurin hjá B36 eftir næsta vikuskifti at fyrireika seg til seinnu hálvu. Fyrsti dysturin eftir summarsteðgin verður, tá ið B36 ólavsøkuaftan fær vitjan av TB.
07 Vestur, TB og FC Suðuroy eru í kapping um at sleppa undan niðurflytingini. Felags fyri øll feløgini er, at tað verður arbeiða við at menna nýtt lið. Higartil í ár hevur tað sær øgiliga torført út hjá TB. Leygardagin beit TB leingi frá sær í Gundadali, har tað vóru tríggir minuttir eftir av vanligu leiktíðini, tá ið HB legði seg framum 2-1. Í kappingini um at sleppa undan niðurflyting verður lyklauppgerð leygardagin, tá ið FC Suðuroy fær vitjan av 07 Vestur.
KÍ – FC Suðuroy 4-0 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg
2-0: Jákup B. Andreasen
3-0: Árni Frederiksberg
4-0: Árni Frederiksberg br
Dómari: Dagfinn Forná
KÍ: Sebastian John – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Filip Brattbakk – Páll A. Klettkarð, Patrik Johannesen
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike, Dánjal Godtfred, Alexander Holm Kilgour – Fríði Holm
Víkingur – B68 2-1 (0-0)
1-0: Stefan Radosavljevic
2-0: Poul Kallsberg
2-1: Jákup N. Vilhelmsen
Dómari: Leivur Zachariassen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Árni Nóa Atlason, Stefan Radosavljevic, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup N. Vilhelmsen – Tóki á Lógv, Hanus Højgaard, Djóni Samuelsen – Sebastian Lau Nielsen
NSÍ – EB/Streymur 4-0 (1-0)
1-0: Jasper Van Der Heyden
2-0: Klæmint A. Olsen
3-0: Klæmint A. Olsen
4-0: Klæmint A. Olsen
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Hassou Diaby Ndiaye, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Michal Przybylski, Beinir Nolsøe, Brandur Hendriksson Olsen – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Jann J. Benjaminsen
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard D. Geyti, Símun Kalsø, Mikkjal Hellisá, Tóki H. Johannesen – Mórits Heini Mortensen, Virgar Jónsson – Gutti Dahl Olsen, Kristian Svabo Eliasen, Boubacar Dabo – Búi Egilsson
HB – TB 4-1 (0-0)
1-0: Heini Sørensen
1-1: Aron Arnholdsson
2-1: Heini Sørensen
3-1: Sammy Skytte br
4-1: Sammy Skytte
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Ási P. Dam, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Lassana Faye – Hein Sørensen, Noah Mneney, Sammy Skytte, Ári Mohr Jónsson – Emil Grønn Pedersen, Jákup L. Thomsen
TB: Anders Tønnesen – Torkil Úlvur Jespersen Holm, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Mattias Dahl Djurhuus, Aron Arnholdsson, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen – Samudeen Musah
B36 – 07 Vestur 3-1 (3-0)
1-0: Pætur J. Petersen br
2-0: Marius Kryger Lindh
3-0: Mattias Hellisdal
3-1: Jonathan Timothy Flensborg
Dómari: Eiler Rasmussen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Bogi Reinert Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Ragnar Samuelsen, Mattias Hellisdal, Jógvan Kárason Gullfoss – Marius Kryger Lindh, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Casper G. Hansen, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Prestmo Kvithyld – Filip Drinic, Mikkel Elbæk Jakobsen – Silas Gaard, Jonathan Timothy Flensborg, Mikkel Hyllegaard – Tobias Fabian Giusti
KÍ | 15 | 14 | 1 | 0 | 51 | 8 | 43 |
HB | 15 | 11 | 1 | 3 | 36 | 25 | 34 |
NSÍ | 15 | 10 | 2 | 3 | 58 | 19 | 32 |
Víkingur | 15 | 7 | 3 | 5 | 20 | 15 | 24 |
B36 | 15 | 7 | 3 | 5 | 25 | 22 | 24 |
EB/Streymur | 15 | 6 | 3 | 6 | 15 | 25 | 21 |
B68 | 15 | 5 | 2 | 8 | 20 | 32 | 17 |
07 Vestur | 15 | 2 | 1 | 12 | 17 | 30 | 7 |
TB | 15 | 1 | 4 | 10 | 12 | 47 | 7 |
FC Suðuroy | 15 | 2 | 0 | 13 | 8 | 39 | 6 |
16. umfar
Hósdagin 3. juli
Víkingur – KÍ: Jákup Øssursson Mohr kl. 19.00
Leygardagin 5. juli
B68 – EB/Streymur: kl. 17.15
TB – NSÍ: kl. 15.00
FC Suðuroy – 07 Vestur: kl. 15.00
Sunnudagin 6. juli
B36 – HB: kl. 15.00