Ongi úrslit

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar: Hava funnið eiturevni í vistfrøðiligum rosinum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at eingin beinleiðis vandi er á ferð, men kortini eru hesar rosinurnar ikki mannaføði

Áki Bertholdsen
20. juni kl. 15:00

Aftur nú ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú um eina matvøru, sum tað ikki er ráðiligt at eta.

Hesa ferð er tað talan um rosinur, nevniliga »Irma Øko Thompson Rosiner 300 g«.

Tað eru tríggjar sendingar av hesum vistfrøðiligu rosinunum, sum nú eru afturkallaðar.

Talan er um:

Irma Øko Thompson Rosiner 300 g
Nettovekt: 300 g

Batch nr.: 8026191; Best fyri: 16.02.2026

Batch nr.: 8026089; Best fyri: 28.01.2025

Batch nr.: 8025878; Best fyri: 09.01.2026

Orsøkin til ávaringina er, at tað er staðfest, at tað er ov nógv av evninum, ochratoxin, í rosinunum.

Ochratoxin kann skaða livrina og kann eisini elva til krabbamein.

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan leggur dent á, at tað er eingin beinleiðis vandi við at eta eitt sindur av rosinum. Tað er bara tá ið fólk, í longri. tíð, eta mat við ochratoxin, at nakar heilsuvandi er. Hinvegin siga tey kortini, at av tí, at ochratoxin er í hesum rosinunum, eiga fólk kortini ikki at eta tær.

Tí mælir Heilsufrøðiliga Starvsstovan til, at tey, sum liggja inni við hesum rosinunum um at koyra tær í skrell, ella fara aftur í handilin við teimum.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44