Ongi úrslit

Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

Nýggja samgonguskjalið ber góð boð um, at vit nú fara undir at styrkja kappingarførið um okkara ungu, so tey kunnu búleikast, virka og læra her á sama stigi sum uttanlands

Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
3 tímar síðan

Nýggja løgtingið og landsstýrið fara nú til verka við stevnuni um at tryggja burðardygga framtíð fyri Føroyar. Sambært samgonguskjalinum skal hetta gerast við “nýskipanum, ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki og íløgum í framtíðina”.

Sum allir flokkar undir valstríðinum gjørdu vart við, so er ein tann størsta avbjóðingin skeiva demografiska gongdin og alt ov stóra ungdómsfráflytingin, sum bæði skalar búskapin og samfelagsliga haldførið. Nýggj tøl benda á, at føroysk lesandi, sum ikki koma heimaftur, dubba danska búskapin við 2,4 milliardum krónum netto árliga, og tað hava Føroyar sjálvandi ikki ráð til.

At bløða ungdómin av landinum í slíkum skala krevur fremstu raðfesting og ítøkilig átøk beinanvegin. Tí frøir tað meg, at nýggja samgonguskjalið lovar at betra um útbúgvingarumhvørvið, fíggjarligu sømdirnar hjá lesandi, møguleikarnar hjá ungum at fáa bíligan bústað, og at kampusverkætlanin skal fremjast í verki.

At gera strategiskar íløgur, sum gera tað lokkandi og liviligt hjá ungdómi at liva, læra og virka í Føroyum, fara at kasta heilt nógv av sær í longdini fyri land og fólk her, tí við fleiri ungum í Føroyum, fara tey sjálv at skapa blómandi innihald í karmarnar, sum tey fáa.

Sum rektari á Fróðskaparsetri Føroya veit eg sjálvandi, at Setrið spælir ein lyklaleiklut, tá tað ræður um at gera Føroyar til eitt veruligt og kappingarført val hjá teimum ungu.

At minka um fráflytingina og samstundis menna eitt nútímans vitanar- og granskingarsamfelag krevur, at universitet okkara fær betri umstøður.

Í dag er støðan tann, at Setrið er spjatt yvir fleiri leigaðar bygningar og manglar eitt savnandi kampus til lesandi, granskarar og starvsfólk. Hetta gongur als ikki, tá vit vilja kappast við útlendsk universitet.

Tí fegnist eg um, at nýggja samgongan fer at raðfesta væl fyriskipaðu kampusverkætlanina fremst og hava í huga, at skattgjaldarin longu hevur rindað einar 40 milliónir krónur til fyrireikingarnar, sum ikki eiga at fara fyri skeyti vegna drál.

Tilboðini upp á felagsbygningin, sum er hjartað í nýggja kampus, koma inn síðst í mánaðinum, og hetta er eitt gylt høvi hjá landsstýrinum og løgtinginum at vísa dirvi og framtakshug. Ein skjót og greið avgerð her fer at geva fólki eitt geitt svar: at Føroyar taka útbúgving og gransking í álvara, og at vit gera strategiskar íløgur í landsins framtíð.

Samstundis er avgerandi at tryggja, at lesandi hava eitt stað at búgva.

Eisini hesin trupulleiki er tíbetur partur av nýggja samgonguskjalinum, sum lovar at betra um møguleikarnar hjá ungum at eiga og leiga bústað.

Her eigur landsstýrið at fara í  konstruktivt og framskygt samstarv við Tórshavnar kommunu um at byggja lestrarbústaðir í stórum skala – og at fíggja hetta saman við privatum. Við at hugsa nýtt og arbeiða saman um loysnir ber til at skapa bæði skjót og haldfør úrslit og geva ungum bíligan bústað, tí teirra húsaleiga einans skal rinda rakstur og viðlíkahald.

At alt hetta er neyðugt, sæst eisini í stóra altjóða áhuganum fyri Føroyum sum vitanar- og granskingarstaði.

Í mai verður Fróðskaparsetur Føroya vertur fyri størstu vísindaligu ráðstevnuni í landsins søgu, UArctic Congress 2026, har meira enn 1000 altjóða granskarar og onnur luttaka. Her verða Føroyar sanniliga settar á heimskortið. Vit hava førleikarnar, áhugan og potentialið – nú mugu vit eisini hava karmarnar.

Umframt hølisligu karmarnar vóni eg eisini, at Fróðskaparsetur Føroya kann fáa tryggar fíggjarligar rakstrarkarmar at virka undir. Tí innihaldið skal sjálvandi eisini standa mát. Íløgur í hægri útbúgving og gransking mugu vera støðufastar og samanhangandi. Tá vit bjóða ungum eina 4 ára útbúgving, mugu vit hava trygd fyri fíggjarligu kørmunum minst 4 ár fram, og hóast hetta ikki er nevnt í samgonguskjalinum, so var breið politisk semja um hetta, tá Setrið herfyri skipaði fyri valfundi undir yvirskriftini, “Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgving og gransking?” .

At skapa góð lívskor fyri ung í Føroyum er ikki bara ein spurningur um trivnað og útbúgving. Tað er kjarnin í búskapinum, vælferðini og fyri framtíðina í landinum, og okkara partur á Fróðskaparsetri Føroya skal ikki liggja eftir.

Við hesum orðum verður ynskt nýggja landsstýrinum og løgtinginum hepna hond í arbeiðinum til frama fyri land og fólk í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43