Ongi úrslit

Heilsan til Hvíldarheimið Naina á 90 ára degnum

Heðin Mortensen
2 tímar síðan

Góðu øll somul.

Vegna Tórshavnar kommunu er tað mær ein sonn frøi at kunna bera hvíldarheiminum Nainu eina kvøðu, nú heimið hevur rundan føðingardag.

Tað havi eg gjørt fyrr, bæði sum borgarstjóri og sum stýrislimur í sjálvsognarstovninum, og sjálvt um árini ganga, so hugsi eg, at hvíldarheimið Naina er tað sama.

Sum ein trygg og friðarliga oasa mitt í býnum liggur hvíldarheimið her við plantasjuna og tekur ímóti teimum, sum hava tørv á hvíld og at koma fyri seg eftir strævnar og truplar umstøður á lívsleiðini. Tað hevur tað gjørt nú í 90 ár – ikki altíð mitt í býnum sum nú – men altíð sum tað sama trygga frírúmið hjá teimum, sum hava brúk fyri tí.

Tað var í 1927, at danska Naina Scharla Nielsen kom til Føroya og hevði húsarhaldsskúla her. Tíðirnar vóru ikki góðar um hetta mundið, og hon hefti seg serliga við ringu korini, sum nógv foreldur og børn høvdu. Tá so Naina sjálv bleiv sjúk av bróstkrabba, ynskti hon, at eitt sonevnt rekreatiónsheim, ella hvíldarheim, varð gjørt til føroyskar mammur, sum kundu koma á heimið og savna sær mátt og megi í eini strævnari tíð.

Naina Scharla Nielsen náddi ikki sjálv at uppliva hetta, tí hon doyði bert 41 ára gomul.

Men tá hon doyði, fóru Alma Juhlert, sum var í arbeiði hjá Nainu, og maður hennara Ehrenfryd Juhlert undir at gera dreymin hjá Nainu til veruleika.

Tey syrgdu fyri at savna pening inn, og sjálvt um tíðirnar vóru ringar, og fólk ikki høvdu nógv at geva av, so streymaði inn til røktarheimið, sum ætlanin var at byggja. Og 23. februar í 1936 vígdi Jákup Dahl, próstur, nýggja heimið við Viðalundina.

Nakrar dagar eftir vígsluna skrivaði Dimmalætting, at umleið 300 fólk høvdu verið til staðar til vígsluna. Blaðið skrivaði, at bræv varð sent út til hvørt húsarhald í landinum við umbøn um stuðul, og inn vóru komnar 14.213 krónur og 42 oyru. Eisini í Danmark varð skipað fyri innsavning, og har fór Frú Juhlert sjálv á gátt hjá fólki, sum høvdu fingið bræv við áheitan um at stuðla. Danska innsavningin gav 13.175 krónur.

Harumframt gav búgvið eftir frøkun Nainu nakað, og Juhlert-hjúnini og systir Nainu í Kanada lótu eisini pening. Alma Juhlert arbeiddi eisini sum ólønt sjúkrasystir á hvíldarheiminum fyrstu tíðina, so tað ber illa til í orðum at lýsa týdningin, sum Juhlert-hjúnini hava havt fyri, at hvíldarheimið í síni tíð bleiv veruleiki.

Hvíldarheimið varð upprunaliga ætlað til mammur at fáa hvíld og skáa.

Men hesi 90 árini hevur hvíldarheimið eisini víðkað sítt virksemi og tillagað seg til tíðina, so tað í dag eisini tekur ímóti sjúklingum, sum leita higar at koma fyri seg eftir skurðviðgerð, tað verið seg av Landssjúkrahúsinum ella Ríkissjúkrahúsinum, og summi koma beinleiðis frá sjúklingahotellinum.

Og tey koma úr øllum landinum.

Eisini fólk, sum uppliva sorg, til dømis eftir at hava mist ein maka, koma higar at fáa linna og ugga.

Soleiðis hevur hvíldarheimið í samfull 90 ár tikið sær av teimum, sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond, einum troystandi orði, einum lurtandi oyra ella bara fyri at fáa frið.

Og fólk, bæði gestir og starvsfólk, hava bara gott at bera hvíldarheiminum. Øll eru góð við hvíldarheimið Nainu, og tað er veruliga nakað serstakt við hesum húsinum.

Man kennir seg altíð væl at koma á gátt her. Húsið er væl hildið, og her er altíð reint og nossligt og pent at koma inn. Og tað er heldur einki at ivast í, at fólk, sum koma her, eisini FÁA tað betur av at vera her.

Ella sum onkur segði: Man burdi tikið eina mynd av fólki, tá tey flyta inn, og so aftur eina mynd, tá tey fara heim aftur, bara fyri at síggja munin, sum eitt uppihald her á Nainu kann gera.

Hvíldarheimið ER veruliga sum ein oasa mitt í býnum, men eg fari at siga so mikið, at heimið er ein sonn perla at hava her í vakra umhvørvinum í Gundadali.

Ein perla, sum Naina Scharla Nielsen hevði verið errin av, og sum er eitt virðiligt minni um hana og um Juhlert-hjúnini, sum eisini høvdu verið fegin um at sæð týdningin, sum heimið hevur havt fyri so nógv fólk hesi higartil 90 árini.

Her skal eisini ljóða ein hjartans tøkk til tykkum starvsfólk, sum taka tykkum so væl av heiminum og av teimum, sum koma her at vera. Uttan tykkara góða sinna- og hjartalag var hvíldarheimið Naina heldur ikki tað, sum tað er í dag.

Hjartaliga til lukku við 90 ára degnum og alt tað besta fram yvir.

Takk fyri.

Heðin Mortensen

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

Atlantsflog meldað til løgregluna

17. februar kl. 10:08

So er eingin samgonga longur

10 tímar síðan

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

Í gjár kl. 09:14

Profilur í Sambandsflokkinum gevst í polikki

18. februar kl. 12:00

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55