Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni í landinum og har vórðu nógvir bilførarar skrivaðir upp.
Í Janusargøtu, úti við Glasir, eru javnan trupulleikar av, at bilførarar ikki halda seg til høgru, men sníkja seg til vinstru í rundkoyringini.
Og tað vóru tað aftur í gjáramorgunin. Upp á 40 minuttir í gjáramorgunin, um tað tíðina skúladagurin byrjar, fingu heilir seks bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra øvugtan veg í rundkoyringini.
Men so vórðu eisini fleiri bilførarar tiknir, og fingu klipp í koyrikortið, fyri at koyra ov skjótt, bæði í Kollafjørði, Millum Fjarða og í Runavík.
Onkur koyrdi yvir 100 á einum strekki, har tað er loyvt at koyra 80, so hann bjargaði sær eitt klipp. Men so vórðu fleiri tiknir, og fingu klipp fyri at koyra alt ov skjótt á strekkjum, har hámarksferðin er sett upp aftur longur niður enn vanligt er, eitt nú frá 80 niður í 70 ella niður í 60 - eilla í bygdum øki, frá 50 niður í 40 ella 30.
Á slíkum strekkjum, har hámarksferðin er sett longur niður enn vanligt er, skal einki til fyri at fáa klipp í koyrikortið, tí koyrir ein 16 kilometrar meiri um tíman, enn loyvt er, kostar tað eitt klipp í koyrikortið, og koyrir ein 21 kilometrar um tíman skjótari enn loyvt er, missur ein koyrikortið.
Og tað vórðu tað fýra bilførarar, sum fingu bót, og klipp fyri, bæði Inni á Firði í Kollafjørði, Millum Fjarða og á Fjørðuvegnum í Runavík.
Og á Fjørðuvegnum fekk ein bilførari eisini bót, og klipp í koyrikortið fyri at hava eitt barn í bilinum uttan at syrgja fyri, at tað hevði tað kravdu trygdrútgerðina, barnasetur, ella trygdarbelti.