Tað er bara heilt skemtiligt at fylgja við føroyskum politikki í løtuni.
Í dag skal málið um sammøður hava triðju viðgerð og tað hevur so stórt split við sær í samgonguni, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fyrrapartin søgdu landsstýrissessin frá sær.
Tað hevði við sær, at Annika Olsen og Brandur Sandoy máttu úr løgtinginum fyrrapartin.
Men tað var skjótt avgreitt og uppvigað, tí løtu seinni bað Heðin Zachariassen um farloyvi úr løgtinginum.
Og tað hevði við sær, at Annika Olsen brádliga aftur var inni í løgtinginum.