Ongi úrslit

Heðin Ingi Abrahamsen hevur staðið ph.d.

Seinnapartin fekk Heðin Ingi Arbahamsen ph.d.-heitið, tá hann hevði vart sína ritgerð, sum eitur "Numerical nearshore model of waves and wave generated currents”

setur.fo
1 tími síðan

- Hetta hevur høgan altjóða standard!

Tað var eitt av skotsmálunum, sum Heðin Ingi Abrahamsen fekk, tá hann seinnapartin vardi sína ph.d.-ritgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn.

Heðin hevur nú fingið ph.d.-heitið eftir at hava tikið granskaraútbúgving við starvi hjá Firum og innskriving á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Bárður A. Niclasen og Knud Simonsen, lektarar á Fróðskaparsetri Føroya, vóru høvuðsvegleiðarar, Gunnvør á Norði og Tróndur J. Kragesteen, vinnuvegleiðarar á Firum, og Øystein Patursson, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, var hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru Karin Margretha H. Larsen, adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya (forfólk), Lars Ganzel, lektari á NTNU, og Harry B. Bingham, professari á DTU.

Í samandráttinum av ph.d.-ritgerðini skrivar Heðin Ingi Abrahamsen soleiðis: 

Avmarkaða talið av vardum økjum fær alarar at flyta út á meira ábard øki. Hesi øki hava tó avbjóðingar við høgari aldu og hørðum ráki.

Hóast útgerðin er gjørd til at tola slíkt umhvørvi, kunnu umhvørvisligar avbjóðingar framvegis hava neiliga ávirkan á heilsu og trivnað hjá fiskinum.

Ringar við flótiringi í vatnskorpuni og søkkringi í botninum eru teir mest vanliga brúktu í laksaaling. Í umhvørvi við nógvari aldu og hørðum ráki verður søkkringurin lyftur upp, og tann treingingin kann seta lív og heilsu hjá fiskinum í vanda.

Høvuðsendamálið er at menna ein numeriskan myndil, sum kann vísa undir hvørjum um støðum aldugjørt rák er væntandi.

Verkætlanin kannar hættir at máta og rokna út rúmið í alinótini.

Mátingar á alibrúkinum á Sandsvág vísa hart rák, serliga í tíðarskeiðum við høgari aldu. Samanhangurin millum alduhædd og aldugjørt rák, og eisini millum aldu, rák og rúmbroyting í alinótini, verður kannaður.

Harumframt verður frekvensspektrið av rúm broytingunum greinað. Numerisk myndul av aldugjørdum rákið tvørtur um eina grynnu verður kannaður, og síðani fluttur yvir á Sandsvág.

Fyrst verður aldugjørt rák aftan fyri eina grynnu myndlað numeriskt í einum royndarbrunni. Síðani verður brunnurin við grinnuni stigaður upp til verðuliga stødd.

Í einari aðrari roynd verður grynnan broytt til eitt nes, fyri betri at umboða viðurskiftini á Sandsvág. At enda verður ein numeriskur myndil gjørdur, ið byggir á botnmátingar í økinum kring Sandsvág.

Ritgerðin er tøk á Pure-vanganum hjá Heðini.

Vit ynskja Heðini hjartaliga til lukku við ph.d.-heitinum!

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

14 tímar síðan

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18