Tað er stórur fagnaður á Svangaskarði í kvøld. B68 hevur vunnið 3-1 ímóti HB. Sigurin ber við sær, at B68 nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tapið ber við sær, at tað er møguleiki fyri, at bæði NSÍ og KÍ í annaðkvøld fara at leggja meiri sjógv aftur til HB, sum inntil í annaðkvøld er á triðja plássi.
B68 avrikið var stóran part av tíðini tað besta og mest støðuga higartil í ár, meðan teir í HB mugu ásanna, at góða gongdin, sum hevur verið tað mesta av einum ári nú er av – fyribils í hvussu so er.
Síðstu løtuna legði HB nógv fyri í royndini at fáa í hvussu so er eitt stig, men tað eydnaðist ikki.
Tá ið tíðin var um at vera farin, og HB hevði nógv fólk frammarlaga á vøllinum, fekk B68 fatur á miðvøllinum í vinstru og eftir tríggjar góðar sendingar millum Latif og Mensah, var tað Hanus Højgaard, sum breyt ígjøgnum og rann frá frammarlaga staddu HB verjuni, og av brotsteigarmarkinum potaði hann bóltin upp í handara málkrókin, og so bríkslaði Jákup Øssursson Mohr dystin av.
Hanus Højgaard átti eisini stóran leiklut, tá ið B68 tíggju minuttir eftir steðgin økti um munin til 2-0. Í samanspæli í høgru sneiddi hann seg leysan á baklinjuni, áðrenn hann legði bóltin aftur til franska álopsspælarin Loick Lespinasse, sum mitt fyri málinum takkaði fyri og stýrdi bóltin í málið.
Hetta var dyggur smeitur fyri gestirnar, sum síðstu stóru løtuna undan steðginum og eisini fyrstu minuttirnar eftir steðgin tevjaðu møguleikan at javna leiðsluna, sum B68 vann longu í fyrsta minutti.
Tá var tað Djóni Samuelsen, ið er uppvaksin í HB, sum tiltuskaði B68 hornaspark, og tað sendi hann beinleiðis í málið.
B68 spældi við stórum sjálvsáliti, tá ið leiðslan var tvífaldað. André Olsen skifti tríggjar nýggjar menn inn á HB liðið, og tað vóru tveir av teimum, ið áttu høvuðsleiklutin, tá ið HB minkaði um munin. Dan í Soylu legði fram úr vinstru, og mitt fyri málinum var Ebiye Moses leysur, tá ið hann við høvdinm setti bóltin í málið.
So spældi HB fyri at vinna í hvussu so er eitt stig, og HB vann seg til fleiri heilt stórar málmøguleikar. Men HB spælararnir vóru óneyvir, og avrikið hjá Tórði Thomsen í B68 málinum var framúr.
HB venjarin André Olsen er uppvaksin á Brekkukletti, sum er 200 metrar frá Svangaskarði, har hann var heilt nógv í barna- og ungdómsárunum. Í dag var eingin náði, tá ið hann var aftur á gamla heimavøllinum. Bygdamenn hansara spældu og stríddust fyri lívinum frá fyrsta bríksli, og teir fingu løn fyri stríðið, og nú eru teir omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Bæði NSÍ og KÍ hava í annaðkvøld møguleika at leggja meiri sjógv aftur til HB. Í annaðkvøld fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, og KÍ fer at spæla á Argjum.