Ongi úrslit

HB og Víkingur vunnu flest heiðursmerki

Við ellivu heiðursmerkjum í part, vunnu HB og Víkingur flest medaljur í 2022. KÍ endaði samanlagt á 3. plássi við tilsamans tíggju heiðursmerkjum

Kristian Waag Dam
10. november 2022 kl. 12:00

Kappingarárið 2022 er endað, og medaljur og steyp eru komin í hús hjá 14 av teimum 18 feløgunum, ið eru partur av Fótbóltssambandi Føroya.

Longu seinasta vikuskiftið í februar var Stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og síðan varð spælt uttan íhald til síðst í oktober, tá steypavinnararnir hjá bæði kvinnum og monnum vórðu funnin á Tórsvøll.

Og við ellivu heiðursmerkjum í part, vunnu HB og Víkingur flest medaljur í 2022. Teir reyðu og svørtu í Gundadali vunnu seks gull, tvær silvur og tríggjar bronsu, meðan liðið úr Gøtu og Leirvík vann fimm gull, fýra silvur og tvær bronsu.

Klaksvíkingar, sum aftur í ár vunnu bæði Betri Deildina hjá monnum, og Betri Deildina hjá kvinnum, fóru avstað við fýra gull, fýra silvur og tveimum bronsu.

Samlaða heiðursmerkjabýtið fyri lands- og steypakappingar 2022 sæst her.

Kelda: Hans Erik Danielsen - Fótbóltssamband Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44