Leygardagin verður punktum sett fyri ársins landskapping í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum.
Tá vera dystirnir hesir: Víkingur – HB, NSÍ – KÍ, 07 Vestur – EB/Streymur, B36 – FC Suðuroy og TB – B68.
Í dag varð tað greitt, at TB í 2026 verður í næstbestu deildini, sum aldursforsetin í fjør flutti upp úr.
Tað er framvegis spenningur um, hvør verður nummar tvey og trý, og um tað verður 07 Vestur ella FC Suðuroy, sum saman við TB fer at flyta niður.
KÍ vann í dag 6-0 á heimavølli ímóti TB, sum í síðstu løtu misnýtti brotsspark. Mark F. Jensen bjargaði, tá ið Samudeen Musah royndi seg úr 11 metrum. Stórsigurin ber við sær, at KÍ nú hevur skorað 88 mál. Tað eru bara tvey mál fram til NSÍ. Málmaskinan hjá teimum gulu í Runavík hevur annars gingið títt, men seinastu ferðirnar hevur tað verið meiri striltið. Í tveimum teimum seinastu dystunum hevur NSÍ bara skorað tvey mál tilsaman.
Í kvøld tapti NSÍ 3-0 í Gundadali ímóti HB, sum við sigrinum legði seg á næstfremsta plássið, meðan NSÍ nú er á triðja plássi. Órógvandi var tað, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti í ár og yvirhøvur Klæmint A. Olsen noyddist av vøllinum, tá ið vanliga leiktíðin var gott og væl farin. Hann sá út til at hava fingið ein stoyt í knæið.
Klæmint hevur skorað 26 mál higartil í ár. Hann er eitt mál frá metinum, sum Mikkel Dahl í 2021 setti í HB troyggjuni. Leygardagin fæst at vita í Runavík, tá ið NSÍ fær vitjan av KÍ, um tað fer at eydnast Klæminti at taka málmetið.
Við trivaliga 3-0 heimasigrinum í kvøld ímóti NSÍ legði HB seg á næstfremsta plássið. Í síðsta umfari fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi. Tað er upp til André Olsen og hansara menn at gera av, um teir skulu enda á næstfremsta plássinum. HB hevur ikki tapt í landskappingini, síðani André Olsen tók við venjarastarvinum. Tað var 9. mai, tá ið HB vann 1-0 á útivølli ímóti Víkingi. Tá ið Víkingur 29. mai var í Gundadali, endaði tað við 2-1 heimasigri.
Í botninum verður tað leygardagin greitt, um tað verður 07 Vestur ella FC Suðuroy, sum fer at flyta niður. Um hvørki liðið fer at vinna stig, so verður tað 07 Vestur, sum fer at flyta niður. Á pappírinum sær tað út til, at uppgávan hjá 07 Vestur er lættari, enn hon er hjá FC Suðuroy, sum fer at spæla í Gundadali ímóti B36, meðan 07 Vestur fær vitjan av EB/Streymi.
EB/Streymur hevur ikki vunnið fulla úrtøku síðani 14. juni, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti FC Suðuroy. Síðani tá hevur EB/Streymur átta ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt.
KÍ – TB 6-0 (3-0)
1-0: Filip Brattbakk
2-0: Filip Brattbakk
3-0: Árni Frederiksberg
4-0: Filip Brattbakk
5-0: Mads Bo Mikkelsen
6-0: Páll Müller
Dómari: Rúni Gaardbo
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Gilli Rólantsson Sørensen, Gaston Nicolas Tellechea, Daniel Johansen – Mads Bo Mikkelsen, Jákuo B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Patrik Johannesen, Filip Brattbakk
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson Thomsen, Torkil Holm, Amidou Diop, Samudeen Musah, Tummas Pauli Christiansson – Mattias Dal Djurhuus, Mikkel Kjærgaard, Joel Sundström, Erik Johansen – Aron Arnholdsson
EB/Streymur – B36 1-3 (0-1)
0-1: Hannes Agnarsson
0-2: Mattias Weihe Joensen
1-2: Ábraham Klein Joensen
1-3: Jóhann Hansson Joensen
Dómari: Alex Troleis
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Andras Ó. Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Ábraham Klein Joensen, Tóki H. Johannesen – Gutti Dahl Olsen, Búi Egilsson, Kristian Svabo Eliasen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Rói Hansen –Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Djóni Sivertsen – Marius Kryger Lindh, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson
B68 – 07 Vestur 1-1 (1-0)
1-0: Sebastian Lau Nielsen
1-1: Mikkel Hyllegaaard
Dómari: Høgni Madsen
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksander Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen, Marius Nón – Emanuel Kulego, Patrick Mensah, Sebastian Lau Nielsen, Jákup N. Vilhelmsen, Djóni Samuelsen – Jóhan Josephsen
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jón í Horni Nielsen, Nicolai Møller Dohn, Filip Drinic, Jóannis á Steig – Brage Kvithyld, Mikkel Hyllegaard, Edvin Jakobsen, Rasmus Helgason, Julian Mouritsen – Casper Gedsted Hansen
HB – NSÍ 3-0 (0-0)
1-0: Jákup L. Thomsen
2-0: Emil G. Pedersen
3-0: Jákup L. Thomsen
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen), Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, , Heðin Hansen, Dan í Soylu – Emil G. Pedersen, Sammy Skytte
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen
FC Suðuroy – Víkingur 0-4 (0-2)
0-1: Sjálvmál
0-2: Olaf Bárðarson
0-3: Jørgen Nielsen
0-4: Arnbjørn Svensson
Dómari: Leivur Zachariassen
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Jákup Joensen – Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo, Pætur Augustinussen, Alexander Holm Kilgour, Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ingi Arngrímsson, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson – Ari Olsen, Jákup Johansen, Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála, Olaf Bárðarson, Ingi Jonhardsson – Jørgen Nielsen
KÍ | 26 | 22 | 4 | 0 | 88 | 16 | 70 |
HB | 26 | 19 | 4 | 3 | 68 | 35 | 61 |
NSÍ | 26 | 19 | 3 | 4 | 90 | 33 | 60 |
Víkingur | 26 | 12 | 8 | 6 | 42 | 27 | 44 |
B36 | 26 | 11 | 6 | 9 | 43 | 39 | 39 |
B68 | 26 | 6 | 7 | 13 | 34 | 60 | 25 |
EB/Streymur | 26 | 6 | 7 | 13 | 27 | 55 | 25 |
FC Suðuroy | 26 | 4 | 3 | 19 | 25 | 69 | 15 |
07 Vestur | 26 | 4 | 2 | 20 | 31 | 51 | 14 |
TB | 26 | 2 | 6 | 18 | 24 | 87 | 12 |
Máltindurin
Máltindurin
Klæmint A. Olsen NSÍ 26
Páll A. Klettskarð KÍ 21
Emil G. Pedersen HB 19
Árni Frederiksberg KÍ 18
27. umfar
Leygardagin 25. oktober
Víkingur – HB:
NSÍ – KÍ:
07 Vestur – EB/Streymur
B36 – FC Suðuroy
TB – B68: