Tað er eitt av stinnastu mótstøðuliðunum, sum HB hevur hitt í Europa, sum í kvøld verður mótstøðuliðið á Tórsvølli, og Brøndby er fyrsta danska mótstøðuliðið hjá HB í europeiskari kapping.
Higartil hevur HB spælt 66 ferðir í europeisku kappingunum. HB hevur spælt ímóti íslendskum, norskum, svenskum og finskum feløgum, men higartil hevur mótstøðan ongantíð verið donsk.
Tað verður hon í kvøld. Í HB leguni eru tey greið yvir, at Brøndby er stórfavorittur, men HB spælararnir hava fyrireikað seg væl.
-Vit eru fyrireikaðir til hesa uppgávuna. Síðani vit fóru í summarsteðg frá landskappingini hava vit bara havt fokus á dystunum ímóti Brøndby, og vit eru uppsettir at vísa, at tað fer at bera til at røkka góðum úrsliti. Eitt gott úrslit verður tað, um tað undan dystinum í Brøndby næsta hóskvøld verður spenningur um samlaða úrslitið, sigur André Olsen, sum ikki hevur roynt at tapa, síðani hann fyrr í ár tók við venjarastarvinum.
Allir HB spælararnir eru tøkir.
Brøndby ferðalagið kom til Føroya í gjár. Brøndby vandi í gjárkvøldið á Tórsvølli, har fyrsta bríksl verður klokkan 19.45 í kvøld.
Tað verður fullsett kring vøllin.
Higartil hevur HB níggju ferðir vunnið í Europa. 16 ferðir er tað endað javnt, og 41 ferðir hevur mótstøðuliðið vunnið fulla úrtøku.