Ongi úrslit

HB heldur ólavsøku í Keypmannahavn

Størsta avbjóðingin higartil hjá André Olsen verður hóskvøldið í Brøndby

Jóannes Hansen
29. juli kl. 11:55

Áðrenn høvuðsstaðurin vaknaði henda ólavsøkumorgun, fór HB ferðalagið á flog úr Vágum.

Ørindini eru hóskvøldið at spæla Europa Conference League dyst í Brøndby.

Undan fyrra dystinum segði HB venjarin André Olsen, at málið var, at tað framvegis var spenningur um samantalda sigurin, tá ið HB fer á vøllin í Brøndby.

Fyrri dysturin endaði 1-1, og harvið er tað spenningur undan seinna dystinum.

HB fer at venja í Keypmannahavn í dag og í annaðkvøld á dystarvøllinum í Brøndby, og hóskvøldið klokkan 18.30 verður stóra avbjóðingin.

Higartil hevur HB ikki tapt, síðani André Olsen tók við sum venjari. Í Brøndby verður setningurin ógvuliga stórur, tí Brøndby er topplið í superliguni. Tvey umfør eru avgreidd, og Brøndby og FCK eru einastu feløgini, sum hava fulla úrtøku.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

14 tímar síðan