Ongi úrslit

Havnameistari og tilbúgvingarleiðari settur í Sunda kommunu

8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari

sunda.fo
Í gjár kl. 14:08

Sunda kommuna søkti eftir persóni til nýggja starvið sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari í september. Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna ynskti ein við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.

8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari. Magnus er 52 ára gamal kvíkingur búsitandi í Leynum. Magnus er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012. Magnus byrjar í starvinum í november.

Vit í Sunda kommunu ynskja Magnusi vælkomnum, skrivar Sunda kommuna.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

Í gjár kl. 07:44

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Gera tað lættari hjá foreldrum sum skulu tíðliga til arbeiðis

27. juni kl. 07:44