Tvøroyrar Býráð hevur nú bjóðað sær til at taka ímóti øllum grótinum, sum kemur úr tí partinum av Suðuroyartunlinum, sum verður boraður úr Sandvík
Tað hevur Løgtingið fingið at vita frá býráðnum.
Verður farið undir Suðuroyartunnilin, er tað ein øgilig nøgd av gróti, sum skal hergergast, og bara úr tí partinum av Suðuroyartunlinum, sum verður boraður úr Sandvík, kemur umleið ein millión kubikk av gróti.
Harumframt verður so eisini talan um fleiri tíggjutúsund kubikk av gróti, úr nýggja Sandvíkartunlinum, sum tað eisini verður neyðugt at gera í samband við Suðuroyartunnilin.
Eyðvitað kann tað verða ein trupulleiki at herberga øllum tí grótinum. Men í tí sambandi hevur tunnilsfelagið tosað við kommunurnar í Suðuroy tosað um at tær kunnu taka grótið úr Suðuroyartunlinum til ymisk endamál.
Men nú hevur Tvøroyrar kommuna boðað Løgtinginum frá, at skal tað verða, kunnu tey taka ímóti øllum grótinum - og tey kunnu eisini taka alt grótið, sum kemur úr nýggja Sandvíkartunlinum.
Men Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, hevur eisini sagt, at eru tað aðrar kommunur, sum vilja hava grót, fer tað eisini at laga seg.
Stórar ætlanir
Og tað sæst skrivi, Tvøroyrar Býráð hevur sent Løgtinginum, at býráðið hevur stórar ætlanir við grótinum.
Í fyrsta lagi er ætlanin at gera eina vatnbyrging inni í dalinum í Trongisvági. Byrgingin verðurum 205 metrar long og har fara umleið 41.200 kubikk av gróti.
Sí tekning niðan fyri
Í øðrum lagi er ætlanin at fylla út fram við landi av Drelnesi og inneftir fjørðinum, og har fara, í mesta lagi, 560.000 kubikk av gróti.
Og í triðja lagi er ætlanin at fylla alt øki fram við landi ímillum Drelnesi og Krambatanga, upp við gróti, og har fara, í mesta lagi, 607.250 kubikk av gróti.
Sí tekning niðan fyri
Býráðið sigur, at friðingarmyndugleikarnir og umhvørvismyndugleikarnir skulu góðkenna slíkar verkætlanir og óivað fara tær at kosta eina tvísiffraða milliónaupphædd.
Somuleiðis skulu tey samráðast við tey, sum eiga lendið.