Ongi úrslit

Hava sett met - men kortini er tað ein afturgongd

myndin er frá Sev
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, heldur ikki stormur og regn. Tað hava vit havt í ólukkumát higartil í ár - og tað sæst aftur í grøna roknskapinum hjá Sev.

Sev sigur, at tað sæst aftur í elframleiðsluni, at tað hevur verið so nógvur vindur, og at tað hevur regnað so illa.

– Í 7,3 samdøgur var elframleiðslan um alt landið 100 prosent grøn, og í 30 samdøgur var elframleiðslan í Suðuroy 100 prosent grøn, sigur Sev.

Men samstundis økist eftirspurningurin eftir streymi, støðugt og fyrsta ársfjórðing í ár var hann komin upp á 137 GWt.

Hetta eru 6,3 prosent meira enn í sama tíðarskeið í fjør. Av teimum 137 GWt, ið eru gjørdir, stava 88,41 GWt frá grønari orku, og tað er met.

Men hóast tað ongantíð áður eru gjørdir so nógvir GWt av grønari orku, er parturin av grønari orku av allari nýtsluni, 11,8 prosent lægri enn í sama tíðarskeiði í fjør. hetta er tí at eftirspurningurin eftir elorku samstundis er vaksin tilsvarandi.
Varandi orkukeldurnar hava allar framleitt meira í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Framleiðslan úr vindi er hækkað úr góðum 43 GWt upp í 51 GWt. Ein orsøk til tað er, at vindorkuverkið í Neshaga varð liðugt umvælt í fjør og síðan hevur tað roynst væl.

Vindorkan stóð fyri góðum 37 prosentum av framleiðsluni, ið er ein øking upp á 18 prosent meiri enn í sama tíðarskeið í fjør.

Góðir 35 GWt eru gjørdir úr vatnorku, og eru hetta góð 2 prosent meira enn í fjør.

Stórar umvælingar eru gjørdar á vatnorkuverkinum í Botni, og hóast tað ikki er liðugt, hevur tað verið roynt hesar seinastu vikurnar, og tær síggjast aftur íframleiðsluni.
Biogassverkið, Førka, gjørdi 1,7 GWt, sum vóru sløk 1,5 prosent av allari elframleiðsluni.
Sev sigur, at marsmánaður var ein sonn sólskinssøga í Suðuroy, tí elframleiðslan var 93 prosent grøn.

Serliga vindurin hilnaðist væl og slakir 2 GWt, ella 70,7 prosent av elorkuni var úr vindi.   
Men tá hugt verður eftir allari elframleiðsluni fyri fyrsta ársfjórðingin er úrslitið ikki nóg gott.

Grøna orkuframleiðslan stóð fyri sløkum 52 prosent av øllum streyminum og tað eru 2,4 prosent minni enn í fjør.

– Lítið av vindi og umvælingar av vatnorkuverkinum í Botni vóru orsøk til hetta úrslitið, sigur Sev.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43