Ongi úrslit

Hava lopið á Iran

Roykur yvir Teheran
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

USA og Ísrael hava leygarmorgunin sett í verk eitt massivt og áhaldandi felags hernaðarligt átak í Iran.

Fyrstu tíðindini bórust tíðliga leygarmorgunin, tá Ísrael váttaði, at tey hevði framt eitt álop í iranska høvuðsstaðnum Teheran. Beint yvir ein tíma seinni legði amerikanski forsetin, Donald Trump, eitt sjónband út á sína sosialu miðlakonto Truth Social, har hann segði, at álopini vóru samskipað millum USA og Ísrael.

- Herurin í USA fremur eitt massivt og áhaldandi átak fyri at forða fyri, at hetta sera ónda, radikala einaræðið hóttir USA og okkara centralu trygdaráhugamál, sigur amerikanski forsetin.

Steffen Kretz frá Tv2 samanlíknar við Irak-kríggið í 2003, har USA ynskti eitt skjótt stýrisskifti eftir drápið av Saddam Hussein. Hetta førdi í staðin til eitt stríð, sum vardi í næstan níggju ár.

Hettar snýr seg ikki bert um Iranska framleiðslu av kjarnorkuvápnum, Trump hevur meldað út at hann vil hava prestatýrið avtikið, og tí kann hugsast at Iran fer at kempa til síðsta mann fyri at yvirliva.

Sostatt kann stríðið hesaferð eisini koma at vara nakað væl longri, enn tað gjørdi í fjør summar.

Mest lisið hesa vikuna

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

Í gjár kl. 17:31

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55