Ongi úrslit

Hava goldið munandi minni fyri skaðar

Ingunn Eiriksdóttir er stjóri í Betri Trygging
Áki Bertholdsen
1. oktober kl. 10:38

Aftur í ár vísir Betri Trygging á góð úrslit, nú felagið hevur eitt yvirskot upp á 34 milliónir eftir skatt hetta hálvárið.

– Yvirskotið stavar frá tryggingarvirksemi og íløguavkasti, sigur Betri Trygging í tíðindaskrivi.

Tað vóru ikki so nógvar ódnir í fjør og tí vóru eisini færri stórskaðar. Og hóast tollhækkingar og handilsavmarkingar, góvu íløgurnar eisini eitt positivt íkast, sigur Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging.

Fyrra hálvár í ár komu 6.376 fráboðanir inn, samanborið við 7.459 sama tíðarskeið í fjør.

Í krónum og oyrum svarar hetta til 195 milliónir í skaðaendurgjøldum í fyrra hálvári í ár, sammett við 254 milliónir fyrra hálvár í fjør.

Øðrvísi var í fjør, tá ið 407 milliónir vórðu goldnar í skaðaendurgjøldum. Tá fekk felagið 14.000 skaðafráboðanir, sum var met.

Góða veðrið hetta hálvárið hevur ført við sær eitt úrslit upp á 34 milliónir eftir skatt.

Um somu tíð í 2024 var úrslitið 22 milliónir eftir skatt.

– Vit fegnast um góða roknskapin, sum hevur verið higartil. Men hesi tølini merkja samstundis, at í ár hava færri húsarhald og fyritøkur verið fyri skaða, og tað gleðast vit sanniliga eisini um, leggur stjórin afturat.

Men nú summarið hevur mist takið, og heystið stendur fyri durum, er felagið væl bjálvað til tíðina fyri framman, sigur stjórin

– Heystið er ein serlig árstíð. Sjálvt navnið á árstíðini eitur jú eftir hesum fyribrigdinum: altso tað at heysta – savna saman og leggja í goymslu – so at vit koma ígjøgnum eina harða tíð fyri framman.

– Og henda ringrás líkist í grundini henni í Betri Trygging, tí vit veksa okkum sterk í góðum tíðum, so at vit kunnu verja og hjálpa í teimum ringu, sigur hon.

– Tað hevur týdning fyri fólk í einum vælferðarsamfelagi, at tryggingarfeløgini eru væl fyri, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir.

 

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53