Nú er løgtingsvalið av og valevni og flokkar eru so smátt farin at taka valplakatir niður aftur.
Eftir leiðbeiningini frá Landsverk hava valevni og flokkar nú fýra dagar at taka plakatirnar niður aftur. Tað merkir, at í seinasta lagi mánadagin skulu allar plakatirnar verða tiknar niður aftur.
Løgreglan sigur, at hanga nakrar eftir tá, verður ringt til flokkin, ella valevnini, sum hava ábyrgd av teimum. Tey fáa so 12 tímar afturat at taka tær niður.
Eru tær ikki tiknir niður tá ið freistin er farin, kann løgreglan taka tær niður - men tað verður ikki ókeypis.