Spanskir myndugleikar siga seg nú, hava funnið upprunan til streymslitið á Iberisku hálvoynni 28. apríl.
Tey hava staðsett hann til at vera í provinsinum Andalusia. Orkumálaráðharrin Sara Aagesen, segði mikudagin, at eitt knappligt streymslit á einum virki í Granada, var tað fyrsta av trimum feilum, sum elvdu til órógv tvørtur um elkervið.
Partar av Suður Fraklandi og bæði Portugal og Spania, vóru heilt uttan netsamband og streym í uml. 6-7 tímar.
Red Eléctrica, sum eigur tað nationala elkervið, útilokaði eitt net-álop sum orsøk til streymslitið. Hettar var annars skjótt eitt uppskot man kundi lesa á alheims miðlum.
Red Eléctrica sigur tó, at hægstirættur í Spania framvegis kannar tað sum ein møguleika.