Ongi úrslit

Hava funnið grundstykki til 300 - 400 lestraríbúðir í Havn

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er alment viðurkent, at bústaðarneyðin er ein tann størsti samfelagstrupulleikin í dag. Ikki minst er trotið á lestrarbústøðum ein av stóru trupulleikunum, tí sagt verður, at tað eru ikki so fá av teimum ungu, sum flyta av landinum at útbúgva seg, rætt og slætt í einki er at búgva í her heima.

Og tað, sum er at fáa til leigu, er so dýrt, at tað er óhugsandi hjá lesandi at fáa eina íbúð.

Tí hevur verið arbeitt við at finna eitt grundstykki til einar 300 - 400 lestraríbúðir í Havn. Tá ið tær eru bygdar, er ætlanin at byggja 500 - 600 afturat.

Og nú hava tey eisini funnið eitt grundstykki til tær fyrstu 300 - 400 lestrarbústaðirnar. Talan er um eitt stykki, sum liggur óbygt, beint aftan fyri bygningarnar á Eirargarði, niðan ímóti Heygsvegnum. Haðani er eitt hanagleiv yvir á Fróðskaparsetrið.

Upprunaliga er grundstykkið lagt av til at útbyggja Landssjúkrahúsið. Men tilsamans er stykkið 9.000 fermetrar og ført er fram, at Landssjúkrahúsið fer ongantíð at byggja á tí partinum av stykkinum, ætlanin er at lestrarheimið skal standa á, tí tað ov langt frá høvuðsbygninginum.

Ætlanin um lestrarheim er eisini løgd í samsvar við Landsstýrið. Hetta málið skal nú viðgerast í býráðnum, men tað verður bara ein avgreiðsluspurningur, tí tað er full semja um tað.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

Í gjár kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

Í gjár kl. 21:11

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46

Føroyskur lærari fær virðisløn

Í gjár kl. 18:16