Ongi úrslit

Hava funnið bilin - men ikki lyklarnar

Ein gráur Opel Astra sum hesin er stolin og løgreglan frættir fegin frá fólki, sum vita nakað um tað
Áki Bertholdsen
9. august kl. 12:17

Løgreglan roynir nú at loysa gátuna um, hvussu ein bilur varð stolin í Havn og parkeraður í kirkjubø.

Tað var næstseinastu nátt at ein gráur Opel Astra varð stolin uttan fyri hjá Wenzel hat hann hevði staðið síðani á ólavsøku í sambandi við umvælingarnar.

Lyklarnir stóðu ikki í bilinum - men teir lógu í bilinum og tjóvurin hevur so funnið teir og er farin avstað við honum.

Fyrrapartin í gjár varð bilurin afturfunnin á stóra parkeringsplássinum í Kirkjubø. At síggja til hevði hann ikki fingið skaða - men lyklarnir mangla.

Í gjár heitti eigaran á tjóvin á Facebook um at vera so vinaligan at leggja lykilin aftur, so at tey fingu koyrt.

Løgreglan sigur, at tey standa á berum og tey vita ikki, nær bilurin er stolin, hvør hevur stolið hann, ella hvussu eigarin fekk fatur á lyklunum, um hann visti hvar teir vóru, ella um hann fann teir av tilvild tí hann leitaði.

Tí vil løgreglan framvegis fegin frætta frá fólki, sum vita nakað um málið at siga.

Talan er um ein gráan Opel Astra frá 2007 sum tann á myndini, og hann hevur nummarplátuna BD153.

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

Í gjár kl. 09:45

Pál spenti bogan og vann 2,2 mió krónur í Gekkinum

18 tímar síðan