Ongi úrslit

Hava fingið sera týdningarmikla vitan um springarar

Áki Bertholdsen
16. desember kl. 11:33

Í nøkrum umførum hava fólk frá Havstovuni merkt springarar í Føroyum. Tilsamans eru 23 springarar merkir við sendara og Havstovan sigur í dag, at hetta hevur givið teimum nýggja, og sera týdningarmikla vitan um springara.

Eitt nú hevur tað áður verið upplýst, at fyri at kunna veiða burðardygt, hevur tað stóran týdning at vita, talan er um ein stovn, sum heldur til beint her, rundan um Føroya, ella um talan er ein felags stovn, sum ferðast víða.

Og nettupp hesir springarnarnir, sum eru merktir í Føroyum, vísa, at springari ferðast rættiliga víða, heilt tvørtur um Atlantshav.

Í eini nýggjari frágreiðing sigur Havstovan, at nú hava vit, á fyrsta sinni, fingið innlit í, hvussu ferðingarmynstrið er hjá springarum, sum eru merktir á føroyska landgrunninum.

Sendararnir vísa, at springararnir spjaðast skjótt eftir at teir vórðu merktir - ólíkt grind, sum heldur saman í bólki.

Sum tey kanska høvdu væntað, ferðast springararnir nógv kring Landgrunnin og í Hetlandsrennuni.

– Meira forkunnugt er, at fleiri springarar hava miðvísa kós vestur í hav, tá ið komið er út á heystið, sigur Havstovan.

Teir svimja sunnan fyri Ísland, vestur á landgrunnin við Eysturgrønland, og ferðast so suður í ein meldur, miðskeiðis í Irmingerhavinum.

Nógvir og kaldir vindar skapa nógva blanding upp og niður ígjøgnum sjógvin á hesum leiðum. Og økir um mattilfeingið upp gjøgnum sjógvin.

– Og springararnir kava djúpt, ofta djúpari enn 400 m, og ein kom heilt niður á 616 m, sum er met, sigur Havstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17