Ongi úrslit

Hava fingið nýggjan skúlastjóra í Hoyvík

Hon hevur drúgvar royndir innan skúlagátt

Áki Bertholdsen
11. sepember 2023 kl. 14:37

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur nú sett Onnu Mariu Reinert Jensen í starvið sum skúlastjóra í Hoyvíkar skúla. Hon tekur við tann 18. septembur.

Anna Maria Reinert Jensen er 53 ára gomul og býr í Hoyvík. Hon tók læraraprógv í 1994 og eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu í 2020. Harumframt hevur hon í 2021 tikið skeið á masterstigi í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu.

Anna Maria Reinert Jensen hevur drúgvar royndir innan skúlagátt, sigur landsstýrismaðurin. Síðani 1996 hevur hon verið lærari í tveimum stórum skúlum í Havn, har hon hevur verið flokslærari tey flestu árini, umframt at hon hevur verið toymisleiðari og leitt verkætlanir.

Eitt skifti var Anna Maria Reinert Jensen fyrstilærari í Kaldbak, umframt at hon hevur verið skúlastjóri í Vestmanna síðani í februar í ár

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Hetta er national skomm

15 tímar síðan

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35