Hava fingið nýggja forkvinnu

Nú liggur arbeiðið fyri javnstøðu í hennara hondum

Myndin er frá Almannamálaráðnum
Áki Bertholdsen
2. august 2024 kl. 16:10

Í samband við at Bjørk Maria Kunoy, ið hevur verið forkvinna í Javnstøðunevndini síðan apríl 2023, flytur av landinum, hevur hon boðað frá, at hon fer frá í úrtíð og sigur sessin sum forkvinna í Javnstøðunevndini frá sær. 
Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan, hevur gjørt av at velja Hallu Nolsøe Poulsen til nýggja forkvinnu í Javnstøðunevndini, sigur hon í eini fráboðan í dag.

Halla Nolsøe Poulsen er stjóri í NORA, og hevur arbeitt í landsfyristing og norðurlendskum samstarvi í nógv ár, eitt nú í uttanríkistænastuni og sum sendikvinna Føroya í Íslandi.

Halla varð útbúgvin stjórnmálafrøðingur, cand.scient.pol, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 2004. Nýggja forkvinnan situr valskeiðið út. 

Av tí at forkvinnan er farin frá í úrtíð, er nýtt forfólk sett frá 1.august 2024. Neyðugt er ikki at seta alla nevndina av nýggjum, men umboð og varaumboð sita tað ið eftir er av valskeiðnum.