

Tað hevur verið sera ringt veður í nátt, og tað er enn ringt veður við stormi, regni og vátakava. Fleiri staðni hevur tað verið yvir 40 metrar um sekundi, og í Skopun vóru 50 metrar um sekundið eitt skiftið í nátt.
Løgreglan sigur eisini, at har hevur telefonin ringt ofta at boða frá skaða, og tilsaman hava tey fingið fráboðan um 41 stormskaðar í nátt og í morgun.
Og tey vænta enn fleiri fráboðanir nú tað lýsir fyri degi og fólk vakna aftur og fáa hugt seg betur um.
Serliga er tað vestanfyri at tað leikar har á og úr Sandavági eru 14 fráboðanir um skaða, og onkur av teimum hevur samband við tekjuna sum feyk í nátt og sum vit skrivaðu um í áðni.
Havbúgvin, sum liggur í Miðvági er um at slíta og løgreglan sigur, at tað er bara ein trossi, sum heldur honum og tað stríðist bjargingarliðið eisini við - men sum støðan er nú, sleppa teir eingin umborð.
Í Klaksvík er ein vøruvognur koppaður og ein tekja á einum umlættingarheimið reiv.
Tey hava eisini stórar trupulleikar at tað regnar illa, men kloakkirnar eru typtar av ísi, so fleiri staðni, serliga í Havn, eru stórir hyljar á vegnum at koyra ígjøgnum, so løgreglan heitir á bilførarar um at ansa væl eftir.