Ísraelski herurin IDF, hevur dripið yvir 150 Hizbollah-yvirgangsmenn í Libanon, 24 tímar áðrenn vápnahvíldin kom í gildi.
Hetta skrivar IDF í einum uppslagi á Telegram.
- Í álopinum lupu tey á yvir 150 yvirgangsmenn hjá Hizbollah, samstundis við umleið 300 hernaðarligum undirstøðukervisstøðum. Hettar hendi á eitt nú sjósetingarplássum, skipanarmiðstøðum og vápnagoymslum í fleiri økjum í Libanon, stendur í uppslagnum.
Herurin sigur seg eisini hava dripið eina røð av yvirmonnum í Hizbollah og vísir á, at IDF framhaldandi fer at beina fyri øllum hóttanum móti ísraelskum sivilum og hermonnum.