Enn er púra óvist, nær tað verður klárt at seta Teistan í fasta rutusigling ímillum Klaksvík og Kalsoynna.
Strandferðslan hevur leingi vilja tikið Sam úr vanligari rutusigling so at hann kann verða farmaskip burturav.
Tí var hugsanin, at Teistin skuldi setast í rutusigling upp á Kalsoynna.
Men tað hevur alsamt drigið út og nú hevur Karlot Heirgeirsson, tingmaður fyri Framsókn, hava at vita, hvussu gongur við ætlanini.
Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at arbeiðið at laga ferjuleguna í Syðradali á Kalsoynni til var liðugt hálvan august.
Hon er lagað til soleiðis sum Strandferðslan vildi hava hana, soleiðis bæði Teistin, og núggja kalsoyarferjan, sum er í umbúna, kunnu brúka hana.
Síðani fór Teistin í royndarsigling ímillum Stóru Kai í Klaksvík og Syðradal og tað hevur eisini ført til smærri tillagingar afturat.
Men royndarsiglingin við Teistanum hevur tó eisini staðfest, at tað kann verða neyðugt at leingja atløgusíðuna við norðara grótkastið á Syðradali fyri at fyribyrgja ov nógvar avlýsingar fyri veður.
Hetta verður framvegis kannað, sigur landsstýrismaðurin.
Higartil hevur ferjuhavnin í Klaksvík verið á Stongum, men ætlanin er at flyta hana yvir um á Stóru Kai, har umstøðurnar eru betur.
Men í hesum sambandi verður eisini neyðugt at kanna, hvussu væl Stórakai roynist, og um hetta yvirhøvur kann verða ein varandi loysn.
– Tá ið royndarsiglingin við Teistanum er liðug, verður endalig støða gjørd tikin til um grótkastið á Syðradali skal leingjast, og hvussu verður við atløguviðurskiftunum í Klaksvík.
Og ikki fyrr enn tá ber til at siga nakað um, nær Teistin kann fara undir regluliga sigling á Kalsoyarleiðini, sigur Jóhan Christiansen.
Hann sigur, at arbeiðið á ferjuleguni í Syðradali kostaði 6,8 milliónir, og arbeiðið og tillagingar í Klaksvík fara at kosta 2,5 - 3 milliónir.
Sostatt metir Landsverk, at hesar verkætlanir á Syðradali og í Klaksvík fara at kosta ímillum 9,3 og 9,8 milliónir.
Men verður niðurstøðan eftir at fleiri tillagingar skulu gerast, eitt nú í Syðradali, skulu meiri pengar brúkast og so má ein nýggj kostnaðarmeting gerast.