Í dag verður seinasta umfar í ársins FM kapping fyri einstaklingar telvað í Skúlatrøð í Klaksvík.
Byrjað verður klokkan 14:00.
Spenninginum standa Luitjen Akselsson Apol og Høgni Egilstoft Nielsen fyri.
Higartil hevur Høgni vunnið øll síni talv, meðan Luitjen liggur hálvt stig aftanfyri.
Í FM kappingini í fjør hendi tað rættuliga óvæntandi, at Luitjen megnaði at enda javnur við bæði Rógva og Høgna, og í umdystinum gjørdi hann bart og vann á báðum tveimum. 2-0 móti Høgna og 1,5 móti Rógva.
Tískil kundi hann fyri fyrstu ferð lyfta FM steypinum í 2024, júst 50 ár aftaná at abbi hansara, Luitjen Apol, kundi lyfta sín fyrsta FM steyp. Tá vann abbin FM heitini í 1974,1975 og 1976.
Í dag situr Luitjen so við tí hvíta fólkinum yvirfyri Høgna við tí svarta fólkinum.
Vit sum eiga kanska ikki so fá fet í føroyska talvheiminum hugsa uttan iva, um Luitjen uppá nakran máta fer at megna tað sama sum abbin fyri 50 árum síðani - trý FM heiti á rað.
Sambært Faroebase hava Luitjen og Høgni møtt hvør øðrum sjey ferðir í klassiskum talvum.
Fyrstu ferð var í liðkappingini í 2021. Fram til FM kappingina í fjør hevði Høgni eina suverena skorðu móti Luitjen uppá 4,5 stig móti 0,5 stig hjá Luitjen.
Men í 2024 vann Luitjen innanhýsis talvið í FM kappingini og í liðkappingini í ár endaði talvið, sum minti um eitt ragnarok, við javnleiki.
So samlaða skoran teirra millum er áðrenn dagsins ultra spennandi talv 5-3 til Høgna.
Við øðrum orðum ber til at siga, at Høgni ikki hevur vunnið á Luitjen síðani 2023!
Kanska er tað lívsins gongd, tí meðan Luitjen nú er nú blivin 19 ára gamalur, hevur Høgni nátt sínum 27. ári.
Báðir tveir eru ungir menn, men tá hugsa verður um, at heimsmeistarin Gukesh einans er 18 ára gamal, so vísir tað, at teir allarbestu telvararnir gerast yngri og yngri.
Óansæð er eingin ivi um, at Høgni og Luitjen eru Føroya klárt bestu telvarar aftaná Helga.
Øll eru hjartaliga vælkomin í dag niðan í Skúlatrø, har seinasta umfar í ársins FM kapping byrja klokkan 14:00.
Áðrenn 7. og seinasta umfar er støðan í Landsliðsbólkinum hendan:
1. Høgni 6 stig!
2. Luitjen 5,5 stig
3. Elias Petersen 4 stig
4-5. Hans Kristian 2,5 stig
4-5. Petur Gardar 2,5 stig
6. Wille 1,5 stig
7-8. Haldur Suni 1 stig
7-8. Heðin 1 stig.
Støðan í 1. bólki áðrenn seinasta leik umfar:
1. Flóvin 5 stig!
2-4. Sigurd 3,5 stig
2-4. Karl M Dahl 3,5 stig
2-4 Brandur Højgaard 3,5 stig
5-7. Hanus á Lógv 2,5 stig
5-7. Rókur Davidsen 2,5 stig
5-7. Eyðun Lamhauge 2,5 stig
8. Ingi Højsted 1 stig.
Í almenna bólkinum er støðan:
1. Bogi á Kósini 5 stig
2-4. Luca Eyðun 4 stig
2-4. Hanus á Lógv 4 stig
2-4. Mannbjørn Anthoniussen 4. stig
5-6. Mortan Mørkøre 3,5 stig
5-6. Lisa J. Xin 3,5 stig
7. Johannes Simonsen 3 stig
8-9. Zaid Al-Jay 2,5 stig
8-9. Jógvan Gulaksen 2,5 stig
10. Gunnleif Rasmussen 2 stig
11-12. Bjørgvin Lenvig 1 stig
11-12. Sigurd Joensen 1 stig.
Í unglingabólkinum er støðan í toppinum:
1. Baldur Bjarnason Jørgensen 5 stig
2-4 Djoni F.C. Jakobsen 4,5
2-4. Jamil Emil Jacobsen 4,5 stig
2-4. Jamil Oskar Jacobsen 4,5 stig.