Ongi úrslit

Háskúlin hevur fingið nýggjan stjóra

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 22:53

Tað er nú greitt, at tað verður Torkil Tórgarð, sum verður nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla.

Tað komu 15 umsóknir til starvið sum háskúlastjóri, og stjórnin hevur valt at seta Torkil Tórgarð at leiða háskúlan komandi fimm árini.

Torkil Tórgarð er føddur í 1990 og verður sostatt 35 ára gamal, tá hann tekur við sessinum 1. septembur. Hann hevur fjølbroyttar royndir á føroyska mentanarpallinum, serliga innan filmslist og leiklist, og hann hevur eisini fingist við at skriva og menna filmsleikrit og leikrit annars.

Hesi seinastu árini hevur hann nomið sær útbúgving í sálarfrøði og samskifti, og er um at vera liðugur við útbúgving í sosialsálarfrøði og læring.

Nýggi stjórin ætlar at leggja serligan dent á sambondini ímillum menniskja og samfelag, og hvussu mennandi og samansjóðandi tilgongdir verða skaptar í sosialum umhvørvum. Hann ætlar at halda fram við nógvum av tí dygdararbeiði, sum undanfarnir stjórar hava lagt eftir seg, og at menna skúlan víðari sum eitt kveikjandi tilboð í føroyska samfelagnum, sigur stjórnin fyri háskúlan í tíðindaskrivi.

Hesi seinastu árini hevur háskúlin lagt dent á at bjóða nám innan listarligu greinarnar, og tað fer framhaldandi at síggjast aftur, men nýggi stjórin fer harumframt at stremba eftir at fjøltátta  virksemið á stovninum og at skapa opin rúm, har alskyns virksemi verður hýst, og bæði vistarnæmingar og almenningur sleppa at royna seg í ymsum høpum.

Torkil Tórgarð loysir Hedvig Westerlund-Kapnas av, sum hevur verið stjóri síðani september 2019. Á fólkafundinum á háskúlanum á ólavsøku verður høvi at heilsa upp á bæði farandi og komandi stjóran.

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Læknar hava svikað fyri milliardir

14 tímar síðan

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Voxbotn við Tjarnir: ein brakandi success

29. juni kl. 12:40

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00