Tann grøni háskúlin á Sandi skuldi vera eitt øðrvísi tilboð til tey, sum vóru áugað í velting, og høvdu áhugað í at vera burðardygg, í tøttum sambandi við nærumhvørvið.
Teir skuldu næmingar læra at gagnnýta tilfeingi í sjógvi og á landi á skynsaman hátt og at vera sjálvbjargin. Harumframt skuldu tey læra at ferðast í náttúruni við virðing og at hagreiða føroyskar rávørur og gera mat burtur úr teimum.
Men nú er skúlin dottin niður fyri, tí tey fáa ikki nokk av næmingum. Og skúlin sigur í tíðindaskrivi, at orsøkin er, at treytirnar fyri slíkar skúlar, eru ov strangar.
– Áhugin hevur verið stórur, tí sjálvsveitning, og grøna leiðin, er í tíðarandanum og tað liggur føroyingum nær at hjarta, sigur skúlin.
Harumframt hevur tað verið áhugi úr útlondum at koma til Føroya at læra um okkara innløgumentan og matmentan.
Arbeitt hevur verið við at lata Grøna Háskúlan upp. Men kravið er. at tað skulu vera minst 12 næmingar, sum skulu verða ímillum 17 og 25 ár, og sum hava lokið 9. floksprógv. Og kravið er eisini, at teir skulu ganga á skúlanum í minst 16 vikur, har teir eisini fáa undirvísing í føroyskum máli og mentan.
– Alt ov ofta hevur tað tó víst seg, at næmingarnir ikki sleppa á skúlan, tí teir lúka ikki treytirnar, sigur skúlin. Og nú mugu tey ásanna, at tað hevur ikki eydnast at lúka krøvini frá mynduleikunum, og tí kann skúlin ikki lata uppaftur nú.
Tey siga, at tey hava, áhaldandi, víst á, at háskúlalógin ikki er hóskandi og má broytast, og tað verður altso aftur staðfest við hesum.
Tey halda eisini, at tað er alsamt størri tørvur á Grøna Háskúlanum, bæði tí heimurin broytist so at størri krøv eru til sjálvbjargni og tørvurin á heilsugóðum, umhvørvisvinarligum mati, veksur. Men eisini at fólk sóknast eftir vitan um matframleiðslu og matgerð.
– Føroyar eru eitt matframleiðandi land við egnari matmentan. Á Grøna Háskúlanum er tann grøna, burðardygga framtíðin, rótfest, og hon byggir á egið tilfeingi og staðbundna mentan.
– Vit kunnu gera nógv meira av heilsugóðum vælsmakkandi mati, sigur skúlin.
Tey siga, at áhugin fyri at nema sær kunnleika á hesum øki, er stórur, bæði hjá ungum barnafamiljum hjá køksfólkum á stovnum og hjá matframleiðarar.
Men hetta passar ikki inn í verandi háskúlalóg, sigur skúlin.