Amerikanska stjórnin ákærir nú offisielt Harvard universitetið, har elitan gongur, fyri at bróta borgararættindi, í síni viðferð av jødiskum og ísraelskum lesandi.
Fráboðanin kemur í kjalarvørrinum av einari kanning sum Trump-stjórnin hevur gjørt, og sum kom til tað niðurstøðu, at universitetið ikki hevur svarað nøktandi uppá áskoðanir um jødahatur á universitetinum.
Í einum brævi til forsetan í Harvard, Alan Garber, ávara advokatar hjá amerikanska rættarmálaráðnum nú um, at universitetið er í vanda fyri at missa allan almennan stuðul.
Hettar hendir um um tey ikki seta nøktandi broytingar í verk.