Góðu øll somul
Tað kennist heilt langtsíðan, at telefonin ringdi, og eg varð spurdur at røða til flaggdagshald í Runavík. Eg takkaði ja beinanvegin at fáa henda heiður at røða í umhvørvinum, har omma mín í móðurætt varð fødd og vaks upp – og mamma og øll systkini hjá henni ofta vitjaðu.
Omma mín, Edith í Jákupsstovu, var jú, sum nógv av tykkum kanska vita, fødd í Lamba við eftirnavninum Lamhauge, og tá vita enn fleiri tykkara, at skyldfólkini hjá mær her á leiðini eru heilt nógv.
Tað var eisini eitt afturat, sum gjørdi tað enn lættari at takka ja til at røða.
Og tað kann ikki sigast elegant.
Tí har var eisini ein lítil tanki um, at valár er gott at siga ja til allar pallar, sum mann kann fáa. Og møguliga kundi ein góð flaggrøða nerta onkran tjóðskaparligan hjartastrong, sum kanska kundi blíva til eina atkvøðu, tá valið eina ferð skuldi koma.
Valið kom skjótari enn eg væntaði. Og kanska eisini skjótari enn fyriskipararnir her væntaðu.
Tí tað var nokk meiningin, at supermálaráðharrin við øllum vinnumálum – fiski, aling, landbúnaði, ferðavinnu, skipasmiðjuvirksemi, olju, bygging, ráðgeving og øllum hinum – skuldi røða.
Men í staðin bleiv tað tann síðsti beinleiðis valdi á Løgtingi yvirhøvur, sum enntá kom inn nakrar dagar eftir hini – og situr í andstøðu.
Tað er eitt sindur av einari kontrast.
Men nú tað kann vera leingi til val, so vil eg fegin hjartaliga takka teimum báðum, sum tryggjaðu, at eg fekk dupult so nógvar atkvøður á valstaðnum í Runavík sum á valstaðnum í Hattarvík.
Tað er veruliga soleiðis, at hvør atkvøða telur.
Um vit skulu koma til sakina. Flaggið og flaggdagin. So er talan um ein hátíðardag, har vit fagna okkara mest upplyfta og sjónliga tjóðskaparliga symboli. Í grundini er tað størsti árligi tjóðskapardagurin til vit vónandi eina ferð fáa ein veruligan tjóðardag.
Sjálvt um vit ikki eru komin hartil enn, so er serstakliga gott, at vit hava Merkið, tí vit hava nærum hvønn dag okkurt, sum er vert at flagga fyri.
Tá eg hyggi aftur á seinasta árið, so var tað til dømis heilt serstakt fyri okkum sum tjóð, tá hondbóltskvinnurnar fóru til endaspæl í heimsmeistarakappingini í hondbólti.
Tað var í Trier í Týsklandi. Ein býur, sum varð bygdur av rómverjum og enntá hevur sítt egna amfiteatur. Har runnu føroysku gladiatrikirnar, Jana Mittún, Pernille Brandenburg, Bjarta Johansen og so framvegis, inn á vøllin.
Í SWT Arena hingu fløggini á rað. Brasil, Kina, Danmark, Týskland... Og so eitt sindur longur yviri Spania, Føroyar og Frakland. Tað var ótrúliga stórt at síggja.
Tað var sum ynskið í sanginum: “Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt.”
Eg havi ikki hitt nakran, sum ikki upplivdi tað sum eina serliga løtu, tá Rakul, Lív, Súna og hinar koppaðu Spania og spældu seg víðari úr bólkinum til miðumfarið til HM.
Tað var óveruligt. Eitt samfelag á 55.000 menniskju (við kvinnuundirskoti) megnaði at koppa Spania við teirra 50 milliónum fólkum.
Løtur sum hasa vænti eg ikki, at tað eru nógv, sum halda, at tað er skeivt, at vit umboða okkum sjálvi, í staðin fyri enn vera partur av og stuðla einum øðrum landi.
Nakrar vikur seinni áttu hondbóltsmenninir tørn til Evropameistarakapping í Oslo. Maður og kvinna fóru av húsi kring alt Føroya land. Eini 6-7.000 fólk var metingin, og milliónir av krónum vórðu brúktar í norska høvuðsstaðnum av føroyingum, sum vildu við Eliasi, Óla og hinum eystureftir á umvenda víkingaferð. Eisini hjá teimum gekk væl.
Men enn sleppa hvørki Jana ella Elias til Olympisku leikirnar við sínum liðum, sjálvt um tað væl kundi hent seg, at tey eru nóg góð.
Har veittrar onki Merki.
Eg skilji væl, at fólk onkuntíð tosa um, at vit mugu vera varin og ikki skulu “blaka allan tryggleika fyri borð fyri at flagga eitt sindur onkustaðni,” sum tað onkuntíð verður sagt.
Men søgan sigur okkum bara nakað annað. Søgan sigur, at vit aftaná eru glað fyri tað, tá vit hava tikið ábyrgd og hava fingið okkara egna.
Eitt dømi er flaggstríðið, sum tónleikabólkurin 200 kókaði niður í hetta, sum sjálvandi er eitt sindur merkt av, at teir eru punkarar:
"Tað var heldur ikki í lagi við teimum donsku myndugleikunum, at vit fingu okkara egna flagg. Ikki fyrr enn Danmark varð hersett av týskarum og vit av bretunum fingu føroysk skip forboð at sigla undir Dannebrog.
Stríðið um Merkið
Føroyska flaggið, sum leingi hevði møtt mótstøðu frá dønum og teirra gimpum í Føroyum skuldi nú verða vundið á stong á øllum føroyskum skipum.
Vóru sambandsmenninir fyri? Guð vóru teir ei!
Teir vildu heldur hava okkum at brúka okkurt fyribils flagg. Soleiðis at aftan á kríggið kundi Dannebrog aftur veittra í húnar hátt í Føroyum.
Kennir tú nakran føroying í dag, sum ikki er góður við Merkið?
Teir kunnu teljast á einari hond.”
Soleiðis søgdu teir í 200 í sanginum “Um 50 ár...”, og eg eri sjálvur sannførdur um, at ongin er í dag, sum ikki er góður við Merkið.
Og tað er heldur ongin, sum ikki er góður við okkara ítróttarfólk, sum stríðast undir Merkinum.
Tað er gongdin, sum vit hava sæð øll hesi árini. Endamálið er ikki at strika nakað danskt, sum nógv royna at føra fram. Men hvørja ferð, at vit hava valt nakað føroyskt, so hevur tað borið til. Og í allar flestu førum hevur tað borið so væl til, at eftir nøkur fá ár vil ongin bakka aftur.
Eitt nokk so banalt dømi er føroyska veðurtænastan, sum spakuliga var sett á stovn eftir yvirtøkuna av málsøkinum í 2009. Fyrstu árini var tað mest ein heimasíða, sum vísti til nakrar danskar upplýsingar, og tað vóru summi, sum hildu, at tað var ein skilaleys yvirtøka.
Men hyggja vit at veðurtænastuni í dag, eftir at fleiri landsstýri hava bygt uppá hana. Bæði sambandslig og tjóðskaparlig. So hava vit í dag eina nógv betri veðurtænastu enn vit nakrantíð høvdu ímyndað okkum bar til. Vit eru enntá næstan upp á fornavn við flestu starvsfólkini har, sum vit dagliga hoyra í útvarpinum og síggja í sjónvarpinum.
Hyggja vit so eftir tí, sum hevur ein størri búskaparligan týdning, so eru Føroyar bara ein týdningarmikil fiskivinnutjóð, tí vit valdu at hava okkara egna sjóumveldi og fiskimørk, og tí vit valdu at gera okkara egnu avtalur við onnur lond.
Vit kunnu siga tað sama um Føroyar sum ferðavinnuland. Tað er stórbæra náttúran, sum í stóran mun selur Føroyar, men um søluvøran var “kom til Danmarkar, men langt vekk”, so ivist eg, um fólk høvdu hildið tað vera líka áhugavert.
Eg og nógv onnur eru sannførd um, at tíðin er komin til, at vit taka størri ábyrgd av okkara landi. At vit fáa enn meira at flagga fyri.
Tað er avgerandi fyri víðari menning av okkara samfelagið, at vit fáa fleiri uttanríkispolitiskar heimildir.
Vit hava ikki nóg góðar møguleikar at gera handilsavtalur við onnur lond og skapa við okkara serligu (ella undarligu) ríkisstøðu altíð órógv hjá teimum londum og pørtum, sum vit royna at samráðast við. Tað er øll politiska skipanin tíbetur blivin samd um, so tað fer kanska at verða arbeitt við tí komandi árini.
Men mín meting er – og eg havi veruliga roynt at lisið uppá – at sjálvt um tað helst ber til at gera nøkur ting, sum eru góð fyri Føroyar í verandi bygnaði av danska ríkinum, so er tað soleiðis uttanríkispolitiska økinum – sum er tað altavgerandi her – at vit eru komin at mørkum.
Harmonikan er løgfrøðisliga strekt allan vegin.
Og tá er neyðugt at gera nakað politiskt, sum fer út um tað, sum løgfrøðin loyvir.
Tá má løgfrøðin tillagast politikkinum, og so broytir ríkið skap.
Tá kann tað so henda, at Merkið eisini kann veittra til Olympisku leikirnar.
Tað er í øllum førum mín vón.
Takk fyri fyri høvið, takk fyri at tit lýddu á og góðan flaggdag.