Ongi úrslit

Hanukkah á Ráðhúsplássinum

Løgreglan økir um trygdina

© BT
Jóhanna Højgaard
16. desember kl. 19:00

Í kvøld savnaðust fólk í hundraðtali í hjartanum í Keypmannahavn, á Ráðhúsplássinum, fyri at hátíðarhalda jødisku hátíðina hanukkah.

Minningarhaldið fer fram nakrar dagar eftir eitt líknandi tiltak í australska býnum Sydney, har eitt yvirgangsálop kravdi lívið av 16 fólkum – teirra millum ein tíggju ára gomul genta.

Tøgn var í ein minutt fyri teimum deyðu á Bondi Beach.

– Í Sydney sóu vit tað myrkastu síðuna av menniskjum. At taka lívið av øðrum bara orsakað av teirra trúgv, segði høvuðsrabbinin Jair Melchior av pallinum.

Felagsskapurin Chabad Danmark, sum stendur aftan fyri almenna hátíðarhaldið í Danmark, hevur verið í tøttum sambandi við bæði løgregluna í Keypmannahavn og fregnartænastuna hjá donsku løgregluni PET, síðan álopið. Trygdin er tí økt undir tiltakinum í kvøld.

– Vit eru serliga varin og meta áhaldandi um tørvin á okkara hjáveru, soleiðis at tiltøk kunnu fara fram á friðarligan og skipaðan hátt og við fokusi á trygdina hjá luttakarunum, sigur løgreglan við B.T.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17