Klokkan 18 verður EM undankappingardystur fyri U-21 landslið. Føroyar hava í Klaksvík vitjan av Estlandi.
Hetta er fyrsta ferðin, at Ólavur Mikkelsen hevur ábyrgdina av U-21 landsliðnum. Hann tók við venjarastarvinum, eftir at Eyðun Klakstein var noyddur at gevast, tí hann flutti til A-landsliðið.
Millum teir fyrstu ellivu hjá Ólavi Mikkelsen í dag eru tríggir spælarar úr Víkingi og B68 og ein úr KÍ, Skála, EB/Streymi, B36 og úr norskum fótbólti. Tað er Áki D. Samuelsen, sum er liðformaður.
Hans Jákup Arngrímsson, sum verjir málið hjá Víkingi í næstbestu deildini, er millum stólparnar, og Rasmus Olsen hjá FC Suðuroy er eykamálverji. Hans Jákup Arngrímsson og miðverjin Ingi Arngrímsson eru brøður.
Í verjuni eru Bjarti Thorleifsson, Skála, Jákup N. Vilhelmsen, B68, Ingi Arngrímsson, Víkingur, Virgar Jónsson, EB/Streymur – Dávid B. Andreasen, KÍ, Mattias Hellisdal, B36, Árni Nóa Atlason, Víkingur – Áki D. Samuelsen, Ranheim Fotball Norra, Jóhan Josephsen, B68, Hanus Højgaard, B68.