Føroyski sangarin og gittarspælarin Hans Andrias Jacobsen gevur nýtt staklag út 8. mai.
Hans Andrias hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum tilfari, og fyrsta útgávan er staklagið “Dreymurin” - eitt av fleiri nýggjum løgum, sum eru í væntu.
Hans Andrias er kendur fyri sínar dygdargóðu framførslur. Hann hevur eina sterka rødd og spælir væl á gittar. Hetta hevur givið honum gott umdømi. Ikki bara í Føroyum, men eisini í samband við sínar framførðslur uttanfyri klettarnar.
Hans Andrias vann tónleikakappingina Sement í 2025. Longu í 2012 var hann heiðraður sum ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards.
Hann er eisini fastur limur í navnframa bólkinum Grandma’s Basement úr Klaksvík.